30.06.2010 · Heilsumálaráðið

Reguleringar í søluprísi á heilivági

Tann 1. juli hækkar kostnaðurin á heilivági eitt vet. Nýggja skipanin við tvungnum umbýti til bíligasta heilivág hevur veruliga tikið dik á seg í ár og tí er neyðugt at hækka kostnaðin soleiðis, at Apoteksverkið ikki hevur eitt undirskot við árslok.

Tá borgari keypir heilivág, ið lækni hevur skrivað á resept, hevur Apotekið skyldu at útflýggja bíligasta heilivágin við sama innihaldi. Hetta verður rópt generiskt umbýti. Stórur munur kann vera á kostnaðinum, og er umbýtið ein fíggjarligur fyrimunur fyri borgaran, ið keypir heilivág.

Nýggja tilskotsskipanin frá í vár ásetur, at sum meginreglu fáa fólk bert stuðul til bíligasta heilivágin og tí eru nógv farin at nýta sonevnda samheitaheilivágin. Samstundis er ein røð av nýggjum bíligari heilivági komið á marknaðin, tí patentini hjá fleiri heilivágsfyritøkum eru útgingin.

Tá heilivágur í heila tikið gerst bíligari fyri vanliga føroyingin merkir tað hinvegin, at umsetningurin hjá Apoteksverkinum minkar samsvarandi. Umsitingarligu skyldurnar eru tó tær somu ella heldur øktar. Fyri at Apoteksverkið ikki skal hava undirskot við árslok er neyðugt at hækka prísin eitt vet. Samlað hækkar prísurin fyri heilivág tann 1. juli á leið tvey prosent.

Leggjast skal aftrat at loft framvegis er fyri hvussu nógv tú kanst gjalda fyri heilivág. Børn undir 18 og eldri yvir 67 gjalda ongantíð meira enn 1.195 krónur um árið fyri tilskotsheimilaðan heilivág og onnur ongantíð meira enn 1.600 krónur.

Broytingarnar
Broytingarnar í kunngerð um áseting av søluprísi á heilivági eru tvær í tali. Grundarlagið fyri útrokningini av frumsøluprísinum verður broytt og forskriftagjaldið hækkað úr 6,00 í 9,00 krónur. Príshækkingin fevnir um allan heilivág.