Í dag er løgtingsfíggjarlógin fyri 2022 løgd fram, og aftur hesaferð sæst heilsuverkið væl og virðiliga aftur í raðfestingunum – eins og tað er ásett í samgonguskjalinum. Psykiatriin og endurvenjingin fáa høga raðfesting, men onki øki dettur niður ímillum, vissar landsstýrismaðurin um
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um, at tað er eydnast at gera so umfatandi raðfestingar í sjúkrahúsverkinum, nú so nógv er lagt fyri at tálma útreiðslunum og fáa vent halli til avlop.
Reyði tráðurin í heilsupolitikkinum hjá samgonguni er enn sum áður viðgerðartrygdin og skjót sjúkugreining og eftirfylgjandi viðgerð. Í løgtingsfíggjarlógini fyri 2022 hevur Landsstýrismaðurin millum annað viljað lagt dent á psykiastriina og endurvenjing.
Raðfestingin av psykiatriini er eisini í samsvar við yvirskipaða málið um at javnseta sálarligar og kropsligar sjúkur. Tað er harafturat ein náttúrlig avleiðing av avgerðini um, at nýbyggingin á Landssjúkrahúsinum bæði skal hýsa sjúklingum við ávikavist somatiskum og psykiatriskum sjúkum.. Hetta er millum annað kjølfest í heildarætlanini fyri sjúkrahúsverkið.
Í stuttum eru høvuðsraðfestinganar hesar í fíggjarlógaruppskotinum, men ikki ber til at seta krónur og oyru á allar raðfestingarnar enn.
- Psykiatri, herundir at styrkja atkomu til bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp og barna- og ungdómssálafrøðirviðgerð. Økið fær tvær milliónir krónur í fíggjarlógaruppskotinum.
- Palliasjón/krabbameinsætlan – økt læknamanning í sambandi við raðfesting av palliativa økinum.
- Læknaskrivarar, fýra skulu setast afturat – Landssjúkrahúsið er einasta útbúgvingarstað fyri læknaskrivarar í landinum.
- Føðsluatstøðingar – tríggir skulu setast afturat, ein á hvørjum sjúkrahúsi.
- Økja tali á kommunulæknaviðtalum – og harvið betra um heilsutænastur í nærumhvørvinum.
- Endurvenjing – tvær milliónir krónur til framhaldandi at styrkja endurvenjingina.
- Rúsevnisfyribyrging – 400.000 krónur verða settar av til Gigni at seta fleiri í útbúgving til heilsufrøðing.
- Nýggja Fólkaheilsustýrið, sum loksins verður veruleiki – 1 millión krónur verður sett av til hetta í 2022.