Frameftir verður tað eitt vet bíligari hjá fólki, sjúkrahúsum og vinnu at keypa heilivág.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur gjørt broyting í kunngerð, sum hevur við sær, at Apoteksverkið lækkar søluprísin á øllum heilivági við tveimum prosentum.
Apoteksverkið hevur einkarrætt at flyta inn og selja heilivág í Føroyum. Prísirnir eru ásettir eftir greiðum reglum í kunngerðini um áseting av søluprísi á heilivági.
Broytingin kom í gildi tann 1. januar 2015.