Í góð 40 ár hava blóðroyndir verið tiknar av nýføddum børnum í Føroyum, tær sonevndu PKU-blóðroyndirnar ella hælblóðroyndirnar. Hesar blóðroyndir, sum verða goymdar á PKU-kortum, hava higartil verið á goymslu í biobankanum hjá Statens Serum Institut í Danmark.
Føroyski heilsumyndugleikin eigur og hevur ábyrgd av PKU-kortunum. Tað hevur týdning, at alt føroyskt tilfar og skráir verða savnað í Føroyum og gerast partur av undirstøðukervinum hjá Fólkaheilsustýrinum til føroyska heilsugransking.
Samstarvið við Statens Serum Institut og serfrøðingar á Ríkissjúkrahúsinum, um at gera kanningarnar og veita heilsufakliga ráðgeving á økinum, heldur fram. Men tá ið kanningarnar eru framdar, verða PKU-kortini í framtíðini send aftur til Føroya í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum, sum er heilsumyndugleikin, ið hevur ábyrgd av at veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing í Føroyum.
Heilsuvísindaliga granskingin í Føroyum er í rúkandi menning, og tað hevur alstóran týdning, at umstøðurnar fyri heilsugransking framhaldandi verða styrktar og mentar.
Greitt er, at ávís viðurskifti viðvíkjandi heilsu eru serføroysk. Tá PKU-kortini nú verða savnað í Føroyum, verður lættari hjá føroyskum granskarum at fáa atgongd til tey, og sannlíkindini økjast fyri, at granskað verður í serføroyskum viðurskiftum.
Næsta stig verður at fara undir at kanna, hvat skal til, fyri at PKU-kanningarnar kunnu fremjast í Føroyum, soleiðis at tað ikki verður neyðugt at senda PKU-kortini av landinum.
Blóðroyndirnar eru avlopstilfar frá teimum kanningum, sum Statens Serum Institut fremur út frá hælblóðroyndunum hjá nýføðingum, sum verða tiknar 48-72 tímar eftir føðing. Kanningarnar fevna um 25 álvarsligar viðføddar sjúkur, sum kunnu geva álvarsliga mein, um tær ikki verða uppdagaðar tíðliga. Til ber at lesa meira um kanningarnar her.
PKU-kortini verða goymd til:
- Nýtslu hjá barninum og familjuni
- At góðskutryggja kanningar, og at menna greiningar- og kanningarhættir
- Nýtslu í heilsugransking