Norðurlendska Ráðharraráðið hevur gjørt av, at ein ætlan skal leggjast fyri, hvussu Norðanlond komandi 5-10 árini skulu samstarva til tess at styrkja og menna samstarvið innan orkuviðurskifti.
At gera eina greining og gera uppskot til hetta er settur kendi finski vinnulívsmaðurin Jorma Ollila, ið m.a. er kendur sum fyrrverandi stjóri í Nokia. Í sambandi við uppgávuna hevur Jorma Ollila verið í Føroyum og havt fund við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu við orkumálum.
Á fundinum greiddi landsstýriskvinnan frá ætlanunum hjá samgonguni á orkuøkinum, herundir málið, at í 2025 skal helvtin av allari upphiting verða grundað á varandi orkukeldur, og at í 2030 skal øll el orka verða framleidd úr varandi orkukeldum.
Landsstýriskvinnan boðaði eisini frá áhuganum hjá Føroyum framhaldandi at vera partur av Norðurlendska orkusamstarvinum.
Á ferð síni í Føroyum hevði Jorma Ollila eisini fund við NORA, SEV.
Ætlandi verður frágreiðingin liðug í mars-apríl 2017.
Meira kann lesast her
Heilsu- og innlendismálaráðið, 13. september 2016