![Ongin staðfest smittaður afturat](https://landsstyri.cdn.fo/savn/13933/corona-5.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=5-Egl0cdO6A43ymh8b7UTjsbank)
Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 8241 kanningarúrslit. Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 185 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 6.mai 2020 klokkan 10.30