Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 8066 kanningarúrslit. Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 185 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 3.mai 2020 klokkan 07.45