Hátíðarhald verður tann 4. oktober í Kirkju í sambandi við, at loysn er funnin um oljuflutning til Fugloyar.
Í samband við at formlig avtala millum Heilsu- og innlendismálaráðið, Strandfaraskip Landsins, P/F Magn, Elfelagið SEV og Fugloyar kommunu um oljuflutning til Fugloyar verður sett í verk, verður skipað fyri hátíðarhaldi á Kirkju.
Í avtaluni eru partarnir samdir um at loysa málið um oljuflutning til Fugloyar soleiðis, at tað slepst undan at flyta oljutunnur út í oynna, og at olja verður koyrd til hvørt húski/oljutanga í bygdunum Kirkja og Hattarvík.
Hátíðarhaldið verður mikudagin 4. oktober 2017 kl. 13:30.
Skrá:
• Amalia í Frammistovu, borgarstjóri bjóðar vælkomin.
• Sirið Stenberg, landsstýriskvinna flytir fram røðu.
• Olja verður latin til fyrsta kundan.
Aftaná verður borðhald í lærarahúsinum á Kirkju.