Royndarskipanin um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til ung í aldrinum 15 - 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi, kann loksins fara í gongd
Nú fer royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðihjálp til ung í aldrinum 15 – 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi loksins at virka.
Eftir ætlan skuldi royndarskipanin fara í gongd longu 1. desember 2020, men hon strandaði tá í ósemju ímillum Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið um gjaldið.
Nú er semja ímillum partarnar í málinum, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um, at skipanin nú kann setast í verk.
Hildið verður, at fleiri føroyingar í aldrinum 15 til 35 ár stríðast við angist og lætt til moderat tunglyndi, og at tað í nógvum førum merkir teirra gerandisdag. Landsstýrismaðurin hevur tí góðar vónir um, at royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð veruliga kann verða ein hjálp fyri hesi fólk.
Royndarskipanin um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð er galdandi til 31. oktober 2023, tilboðið fevnir um øll økir í landinum, og umfatar upp til 12 ókeypis viðtalur hjá sálarfrøðingi.
Tað er kommunulæknin, sum ávísir til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, sum annaðhvørt kann vera einstaklingaviðgerð ella bólkaviðgerð.