Eftir fíggjarlógaruppskotinum skal játtanin til endurvenjing økjast við tveimum milliónum krónum næsta ár, so samlaða raðfestingin av endurvenjing higartil í valskeiðnum kemur upp á slakar seks milliónir krónur. Landsstýrismaðurin í heilsumálum leggur stóran dent á endurvenjingina, og hann er eisini fegin um nýggja tilboðið við fjarendurvenjing av krabbameinssjúklingum
Endurvenjing hevur fingið høga raðfesting, tað sum farið er av samgonguskeiðnum, og tað fær hon eisini í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022.
Skotið verður upp at leggja tvær milliónir krónur oman á verandi játtan, og sleppur henda upphæddin óskalað ígjøgnum fíggjarlógarviðgerðina, kemur samlaða raðfestingin av endurvenjing higartil í valskeiðnum upp á 5,6 milliónir krónur. Tí frammanundan er játtanin vaksin við 3,6 milliónum krónum – 2 milliónir krónur Í 2020 og 1,6 milliónir krónur í 2021.
Pengarnir fara millum annað til endurvenjing av krabbameinssjúklingum, parkinsonsjúklingum, giktasjúklingum, til barna-fysioterapi í Suðuroy og setan av talupedagogi (audiologopedi).
Øll trý sjúkrahúsini bjóða endurvenjing, og hvørt sær hava tey eisini síni serøki.
Væleydnað fjarendurvenjing
Tíðliga í ár fór fysioterapiin á Landssjúkrahúsinum undir at bjóða fjarendurvenjing, har sjúklingarnir heima verða vegleiddir yvir internetið og telduskíggja av einum fysioterapeuti. Tað var koronafarsóttin og allar forðingarnar fyri at savnast, sum hon hevur elvt til, ið setti gongd á hetta tilboðið, men tað vísir seg at rigga so væl, at tað ætlandi heldur fram.
Fjarendurvenjingin vendir sær serliga til krabbameinssjúklingar, men kann sum meginregla brúkast til næstan alla endurvenjing. Tilboðið kemur serliga væl fyri hjá fólki, ið búgva langt frá sjúkrahúsunum, ella í aðrar mátar hava ringt við at ferðast. Fleiri teirra høvdu helst ikki tikið av tilboði um endurvenjing, var talan ikki um fjarendurvenjing.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, er sera fegin um nýggja tilboðið og leggur sum heild stóran dent á, at heilsuverkið skal hava nógv, góð og fjøltáttað endurvenjingartilboð.