15.11.2014 · Heilsumálaráðið

Øll undir 23 ár fáa nú ókeypis kliniska kanning hjá tannlækna

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sett í gildi kunngerð, sum ásetur hvørjar tannlæknaveitingar Heilsutrygd kann veita ískoyti til.

Tá fólk 18 ár og eldri fara til tannlækna veitir Heilsutrygd eitt ískoyti til viðgerðina. Ískoytið er ymiskt alt eftir hvørja viðgerð tú fært. Støddin á ískoytinum er ásettur í sáttmála millum Tannlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Í nýggja sáttmálanum, sum varð undirskrivaður tann 30. september í ár er ásett, at øll undir 23 ár nú fáa rætt til ókeypis kliniska kanning hjá tannlækna. Donsk kanning frá 2013, vísir á at heili 17% av teimum 18-25 ára gomlu eru minni enn annaðhvørt ár hjá tannlækna. Støðan er neyvan betri í Føroyum og vísir tað seg, at vánaliga uppmøtingin hesi árini kann verða til stóran ampa fyri tannheilsuna ikki bara tey árini, men eisini seinni í lívinum.

Endamálið við at veita ókeypis kanningar til ung upp til 23 ár er at tryggja, at øll ganga regluliga til tannlækna og harvið fyribyrgja álvarsligar tannsjúkur seinni.

Kunngerðin sum Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lýst, ásetur tær tannlæknaveitingar, sum Heilsutrygd kann veita ískoyti til. Somuleiðis er ásett, at treytir og skyldur v.m. hjá tannlæknunum eru í sáttmálanum millum Tannlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið.