Setanarrøðan hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni, í samband við Psykiatriráðstevnu í Norðurlandahúsinum 2. og 3. oktober 2014.
Góðan morgun tit øll,
Takk fyri at eg eri boðin at siga nøkur orð, nú vit í dag og í morgin seta sjóneykuna á eitt av hjartamálum mínum, nevniliga sálarliga heilsu.
Ein serlig tøkk til tykkum fyrireikarar. Tit hava fingið sett saman eina ótrúliga áhugaverda og fakliga spennandi skrá við serfrøðingum av ovastu rók.
Og til vores danske oplægsholdere: Hjertelig velkommen til vores stormblæste øer. Jeg glæder mig at høre Jeres vinkel på dette interessante, aktuelle og meget vigtige tema.
Og so til tykkum úti í salinum. Vælkomin í Norðurlandahúsið. Eg kundi hugsa mær, at vit byrja við nøkrum hagtølum.
Eg havi skilt, at vit eru umleið 300 fólk her í dag. Um vit eina løtu ímynda okkum, at vit eru eitt miðal úrtak av føroyska fólkinum, so siga kanningar, at 70 av okkum liva við einari sálarligari sjúku. Ella við øðrum orðum næstan fjórði hvør av okkum vaksnu.
Vit hava ikki gjørt kanningar sum hesar í Føroyum, men úrslitini eru á leið tey somu í grannalondunum Íslandi, Danmark, Noreg og Bretlandi. Ilt er at finna orsøkir til, hví støðan skuldi verið øðrvísi í Føroyum.
Lat meg venda aftur til ímyndina. Annarhvør inni her hevur ein avvarðandi, sum hevur eina sálarliga sjúku. Og einastaðni ímillum annarhvør og ein triðingur av okkum hevur ella fer at uppliva eitt tíðarskeið í lívinum við sálarsjúku.
Tølini tykjast fyri summi ógvuslig og onnur halda kanska at her verður gjørt alt ov nógv av. Fleiri orsøkir kunnu vera til, at vit hugsa soleiðis. Eg fari at tríva í tvær.
Onnur er tann almenna fatanin – eg havi næstan hug at siga misfatanin – av sálarsjúku í Føroyum. Tá ið ljós verður varpað á málið í Føroyum, snýr tað seg í stóran mun um tey, ið eru ringast fyri.
Sjálvandi er tað gott, at fokus er á umstøðurnar hjá hesum menniskjum. Tí tær eru verri enn so altíð í lagið. Stórir batar eru tó hendir og í fleiri eru í eygsjón, nú bústaðarviðurskiftini eru um at koma í rættlag.
Men tey eru ikki so nógv í tali.
Blindi vinkulin í almenna kjakinum eru øll hini, sum viðhvørt stríðast við sálarligum órógvi, til dømis angist ella tunglyndi, sum ikki eru eins lemjandi sjúkur, men sum kortini mugu fáa neyðuga viðgerð.
Hin orsøkin, sum eg fari at nevna, hongur saman við tí fyrru. Sálarlig heilsa er fongt við tabu. Soleiðis er allastaðni og í øllum vesturheiminum verða stór átøk gjørd fyri at berjast í móti hesum. Átøk fyri at fáa sálarsjúku fram í ljósið, so tað verður lættari fyri okkum at góðtaka og viðurkenna.
Hendan ráðstevnan er ein liður í hesum arbeiði.
Í Føroyum er søgan heilt serlig. Í nógv ár vóru fólk send á Rødbygaard og vóru tí ikki til í føroyska samfelagnum. Seinni – tá statshospitalið lat upp í 60-árunum - komu fleiri heim aftur og tá bleiv føroysk psykiatri í roynd og veru sett á stovn.
Men eisini tá var sálarsjúka sæð sum nakað uttanfyri og ikki partur av føroyska samfelagnum. Vit stríðast á ein hátt enn við hesa søgu. Eina søgu um tað ókenda og ókunnuga, sum rætt og slætt snýr seg um eksklusión.
Sálarsjúka varð nakað, ið onnur vóru fongd við. Ella nakað tú var – tú vart sálarsjúkur - heldur enn nakað sum tú hevði.
Tíbetur er nógv vatn er runnið í ánni síðani tá. Í dag vita vit, at sálarsjúka sum oftast er ein samanrenning av lívfrøði, sosialum viðurskiftum og psykologi. Vit eru vorðin munandi dugnaligari til at eyðmerkja hvat er hvat og harvið eisini viðgera sálarsjúkur.
Vit vita nú frá royndum, at vit kunnu gera nógv frísk, men ikki minst: Øll kunnu fáa eitt betri lív, um vit fáa røttu hjálpina. Vit kunnu liva eitt gott lív, eisini hóast sjúku, sum á onkran hátt merkir, at vit hava ein førleikamiss.
Haldi at hesi rák hava verið neyðug og kærkomin. Og eru tey við til at seta eina nýggja heilsupolitiska dagsskrá í Føroyum. Ikki bara innan psykiatriina, men eisini á somatiska økinum.
Við støði í hesum havi eg hug at reisa ein spurning saman við tykkum. Eg veit tað er tíðliga um morgunin, men eg royni kortini.
Hetta snýr seg um hvørja áskoðan vit hava á heilsu sum hugtak. Ella við øðrum orðum: hvat er góð heilsa?
Tá vit myndugleikar í Føroyum hava tosað um heilsu og heilsupolitiskar ætlanir, hava vit ofta tikið støðið í allýsingini hjá heimsheilsustovninum WHO frá 1948. Tann lýsingin sigur, leysliga umsett, nakað soleiðis:
“Heilsa er ikki bert frávera av sjúku, men eisini fullkomin likamlig, sálarlig og sosial vælvera”.
Tankin var nokk at strika undir, at heilsa er meira enn frávera av sjúku, men eg haldi, at orðingin er beinleiðis óheppin.
Tí tú finnur einki menniskjað her á jørð, sum hevur eina fullkomna likamliga og sálarliga vælveru. Ja, sum onkur segði, ein tá eg komi at kenna ta kenslu av fullkomnari vælveru, tá er tað longu ov seint. Tá livi eg eitt heilt annað lív hinumegin perluportrið og ikki á hesari jørð, sum vit eru nøkur, ið trúgva uppá.
Lat meg taka meg sjálvan sum dømið. Eg haldi meg hava eina góða heilsu. Eg renni framvegis eftir seyði viðhvørt og fyrr plagdi eg eisini at renna eftir seyðatjóvum. Onkuntíð kemur ein feittbiti ov nógv niðurum, men í heila takið er kosturin á góðari leið.
Eisini royni eg at vera virkin og royni at finna mær ítriv fyri bæði í hond og hug. Hugsi at heilsan er á góðari leið, men sjálvandi merkt av aldrinum.
Men eg havi oftani havt tørv á viðgerð. Bæði ryggur, hendur og akslar hava verið undir skurð og tað følist viðhvørt, meir enn so.
Fyri at venda aftur til allýsingina. Hava vit sett yvirleggjaran so høgt, at vit hava skapt forðingar fyri møguleikanum at liva eitt gott lív, hóast sjúku?
Veruleikin er jú ein annar. Vit fara øll fyrr ella seinni at uppliva tíðarskeið við sjúku, nøkur styttri og onnur varandi. Nógv av okkum inni her fara eisini at liva styttri ella longri við avbjóðingum í sinninum. Soleiðis er veruleikin.
Hvat er so avbjóðingin hjá okkum, sum skipa fyri? Ja, eg haldi í stóran mun, at svarið liggur í tí arbeiðshátti, sum er knýttur til hugtakið Recovery.
Tit koma at hoyra nógv meira um tað seinni, men her at enda fari eg at seta hendan hugsunarhátt saman við mínum framtíðar visiónum fyri psykiatriska økið.
Recovery merki at koma seg. At tú – hóast tínar avmarkingar – klárar at liva eitt gott lív. Hetta er ikki nakað tú altíð megnar einsamallur ella einsamøll, men skal hava hjálp til – til dømis frá heilsuverkinum ella almannaverkinum.
Fortreytirnar hjá okkum eru ógvuliga ymiskar og tí hava vit ymiskan tørv á stuðli og hjálp. Hjá nógvum byrjar tað við at birta eina vón.
Vit skulu í heila tikið gerast betur til at hugsa heilsu, sum hvussu vit sum menniskju meistrað lívið, hóast okkara avbjóðingar. Og endamálið má altíð vera hitt sama:
At fáa fólk á føtur aftur, so tey gerast ein virkin partur av samfelagnum. Tí sum samfelag og sum medmenniskju hava vit brúk fyri øllum hondum. Og eitt aftrat. Tað er soleiðis vit hýsa fólk í samfelagið, heldur enn at útihýsa teimum.
Fyri at hetta skal eydnast hava vit brúk fyri einari sterkari psykiatri, men eisini onnur mugu takast við fyri at røkka munagóðum úrslitum.
Kjølurin í Heilsunýskipanini, sum eg legði fram fyri knøppum ári síðani, er arbeiðið heilsudeplum. Ætlanin við deplunum er at fáa styrkt heilsutænasturnar í nærumhvørvinum – har úti, sum fólk liva sítt lív.
Tankin aftanfyri, at vit á hendan hátt bæði megna at styrkja tað fyribyrgjandi arbeiði - at sjúkur verða avdúkaðar skjótari - men eisini at viðgerðin av sjúkum í størri mun kunnu fara fram í nærumhvørvinum, heldur enn á sjúkrahúsinum.
Eisini tær lættaru sálarligu sjúkurnar kunnu við hepni verða viðgjørdar í nærumhvørvinum. Royndir aðrastaðni frá hava víst, at man á hendan hátt kann viðgera betri og fleiri. Serfrøðin á sjúkrahúsunum má tó javnan supervisera og vegleiða úti í økjunum.
Økispsykiatriin er ein sólskinssøga í so máta. Og tí hava vit í nýggja uppskotinum til fíggjarlóg sett pening av til at skipa økispsykiatri í Suðuroy eisini. Í dag eru 210 fólk í skipanin, meðan onnur 400 fólk hava verið í skipanini, men eru ikki longur, tí tey eru komin fyri seg og hava ikki longur tørv á hjálp í økispsykiatriini.
Fleiri teirra eru ikki longur sjúk og onnur hava fingið neyðugu amboðini at liva eitt gott lív, hóast sjúku. Mín vón er, at vit frameftir fáa fleirfaldað hesi úrslit. Dagurin í dag og í morgin kann hjálpa okkum at røkka hesum málið.
Við hesum orðum vil eg ynskja tykkum øllum eina góða og gevandi ráðstevnu.
Takk fyri!