Tíðarskeiðið ímillum aðru og triðu koppseting verður stytt við tveimum vikum, og øll, sum eru fevnd av COVID-19-koppsetingarkunngerðini, og sum eru fylt 18 ár, fáa nú boðið triðu koppsetingina
Nú fara allir føroyingar, sum eru eldri enn 18 ár, og sum eru fevndir av kunngerðini um ókeypis koppseting fyri COVID-19, at kunna lata seg koppseta fyri triðu ferð. Treytin er, at tað í minsta lagi eru gingnir seks mánaðir síðan aðru koppseting.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur góðkent eitt tilmæli hjá koppsetingarbólkinum um hetta.
Av tøkniligum orsøkum mugu tey, ið skulu hava triðja prikið, í fyrstu syftu brúka tilboðini um støkk-inn-koppseting á teimum trimum sjúkrahúsunum. Støkk-inn-tíðirnar kunnu síggjast á www.korona.fo. Í næstum fer tó eisini at bera til at bíleggja tíð til triðu koppseting.
Tíðliga í oktober fingu fólk í ávísum vandabólkum tilboð um at lata seg koppseta triðu ferð fyri COVID-19, og seinni í oktober bleiv tilboðið víðkað til at umfata øll eldri enn 65 ár, starvsfólk á heilsu-, almanna- og eldraøkinum og øll fólk, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, fáa tey koronu.
Nú eru so allar tær avmarkingarnar tiknar burtur fyri øll fólk, ið hava fylt 18 ár.
Higartil hevur triðja koppsetingin verið treytað av, at tað í minsta lagi er gingið seks mánaðir og tvær vikur síðan aðru koppseting. Hetta tíðarskeiðið verður nú stytt við tveimum vikum, so tað nú í minsta lagi skulu ganga seks mánaðir ímillum annað og triðja prik.
Tó at tíðarskeiðið ímillum prikini er eitt sindur stytt, merkir tað, at nógv tey flestu mugu bíða til næsta ár at fáa triðja prikið, tí tey hava fingið aðru koppseting í summar ella seinni.
Sambært landsapotekaranum er nóg mikið av koppingarevni í landinum at nøkta allan koppsetingartørvin.
Tann føroyska koppsetingarkunngerðin umfatar øll fólk eldri enn 12 ár, men kortini er tilboðið um triðja prik avmarkað til fólk yvir 18 ár. Orsøkin til tað er, at ES-heilivágsmyndugleikin EMA (European Medicines Agency) bara hevur góðkent triðu koppseting til fólk eldri enn 18 ár. Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum eisini er tað einasta koppingarevni, vit brúka í Føroyum, hevur fingið góðkenning til triðju koppseting.
COVID-19 koppsetingarbólkurin