Hátíðarløta var í dag á bókasavninum á Sandi í sambandi við at økispsykiatriin nú eisini verður í Sandoy og Skúvoy. Harvið er økispsykiatri skipað kring at landið.
Í røðu sínari segði landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, at sálarheilsa má fáa sama status, virðing og somu rúmd, sum likamliga heilsan. Skjót og góð hjálp má vera øllum í boði, og orð mugu setast á avbjóðingarnar, sum sálarsjúk hava. Økispsykiatriska tænastan kann verða við til at røkka hesum málum.
Øll røðan kann lesast her