Í vikuni var nýggjur SSP.sáttmáli undirskrivaður. Høvuðsendamálið hjá SSP er at virka fyribyrgjandi og at fremja atgerðir, sum minka um tey fyribrigdi, ið elva til kriminalitet og skaðandi atburð millum børn og ung.
SSP er samstarv millum sosialar myndugleikar, skúla og politi og hevur sum mál at byggja upp, brúka og røkja faklig netverk, sum hava fyribyrgjandi og mennandi ávirkan á gerandisdagin hjá børnum og ungum.
Avvarðandi myndugleikar sum undirskrivaðu sáttmálan vóru, Kommunusamskipan Føroya, Mentamálaráðið, Løgreglan, Heilsmálaráðið, og Almannamálaráðið og Føroya Kommunufelag. Somu myndugleikar sum eisini manna ein leiðslubólk, ið skal tryggja SSP samstarvinum nøktandi karmar framyvir.
At skipa samstarvið er settur ein ráðgevi/samskipari, sum heldur til í KSF húsinum undir leiðslu av Barnaverndarstovu Føroya.
SSP- arbeiðið annars er býtt upp í 8 SSP-økisbólkar kring landið. Tey, sum taka lut í arbeiðinum, eru barnaverndartænastur, lærarar, heilsufrøðingar, løgreglufólk, starvsfólk í ungdóms-húsum og NSR-tænastum/ Sernámsdeplinum. Uppgávan hjá økisbólkinum er at samskipa og fremja tað fyribyrgjandi arbeiðið og seta nágreinilig tiltøk í verk.
Tað fyrsta átakið í 2011 hjá SSP samstarvinum verður “Ung og rús”, ið er eitt átak hvørt aðalmál er at útseta byrjunaraldurin hjá ungum í mun til nýtslu av rúsdrekka. Í hesum sambandi hevur SSP framleidd føroyskt undirvísingartilfar í skal nýtast elstu flokkunum fólkaskúlanum og á miðnáms skúlunum. Undirvísingar tilfarið er ætlað, sum partur av størri tiltaki, ið eisini fevnir um foreldra fundur um rúsdrekka og orðing av einum rúsdrekka politikki í fólka- og miðnámsskúlum