Reglurnar fevna í stuttum um skip, sum hava brúk fyri at skifta barlastarvatn í einum øðrum havøki, enn har skipini upprunaliga hava tikið barlastarvatn inn.
Sáttmálin um barlastarvatn, eisini nevndur Ballast Water Management Convention, er ein heimsfevnandi sáttmáli undir sjóvinnufelagsskapinum IMO, sum Føroyar staðfestu í 2013. Sáttmálin fær altjóða gildi 8. september 2017.
Endamálið við sáttmálanum er at fyribyrgja spjaðing av fremmandum djóra- og plantusløgum og sjúkuelvandi verum, sum kunnu verða førd úr einum havøki og í annað við barlastarvatninum. Vísindin hevur staðfest, at spjaðing av fremmandum ella sjúkuelvandi djóra- og plantusløgum kann ávirka ella skeikla vistskipanina og annars hótta lívfrøðiliga margfeldið runt um í heiminum.
Reglurnar í sáttmálanum verða nú settar í verk, so at skip undir føroyskum flaggi ikki vera fyri mismuni, tá hesi koma í fremmanda havn og fyri at tryggja, at vit kunnu handhevja reglurnar mótvegis skipum, sum koma í føroyska havn.
Frameftir skulu eitt nú skip, sum hava tikið barlastarvatn inn úr einum øki uttanfyri føroyska sjómarkið, ikki tøma barlastarvatnið í einari føroyskari havn, uttan at fylgja reglunum í nýggju kunngerðini. Heldur ikki kunnu skip tøma barlastarvatn, sum er tikið úr føroyska økinum út í fremmanda havn, uttan at lúka krøvini í sáttmálanum. Reglurnar eru ikki galdandi fyri skip, sum bert sigla og virka í føroyskum sjógvi.
Tað eru ávikavist Umhvørvisstovan og Sjóvinnustýrið, sum fara at umsita regluverkið og krøvini til handfaring og viðgerð av barlastarvatni.
Roknað verður við, at tað fara at ganga upp til 6 ár, áðrenn øll skip lúka treytirnar í sáttmálanum.