John Johannessen, landsstýrismaður, skrivaði mánadagin undir leigusáttmála um nýtt føroyskt sjúklingahotell á Venøgade í Keypmannahavn.
Eftir ætlan flytur sjúklingahotellið komandi summar í nýggju hølini, sum verða bygd til endamálið.
Frammanundan hevur Heilsumálaráðið gjørt avtalu við Nordicom A/S, eigaran av verandi sjúklingahotellinum í Tåsingegade í Keypmannahavn, um at sleppa úr leigusáttmálanum í úrtíð. Kostnaðurin at sleppa úr verandi leigusáttmála er innanfyri karmarnar, ið løgtingið samtykti stutt fyri, at løgtingsval varð útskrivað.
Árligu leiguútreiðslurnar verða 1,3 mió. kr. hægri í nýggja sjúklingahotellinum.
Landsstýrismaðurin, sum í dag fór úr starvinum, fegnast um, at tað loksins hevur eydnast at betra munandi um umstøðurnar hjá sjúklingum, sum verða sendir til Keypmannahavnar í sjúkraørindum.
- Eg eri fegin um, at tað eydnaðist mær at fylgja hesum málinum frá byrjan til endan. Og nú málið er avgreitt, er tað við eini góðari kenslu, at eg í dag havi lagt frá mær sum landsstýrismaður, sigur John Johannessen.
Heilsumálaráðið, 10. november 2011
Nakrir munir ímillum nýggja og gamla sjúklingahotellið
Visualisering av Hotel Tórshavn
Tekning av hotel Tórshavn