Í yvirskrift í tíðindasendingini hjá Útvarp Føroya í gjárkvøldið tann 12. apríl varð sagt, at nýggja skipanin við heilivágstilskoti ikki er eins góð, sum skipanin frammanundan.
Hetta er ikki rætt. Nýggja tilskotsskipanin er betri enn skipanin, sum var frammanundan.
Tað, sum ikki kom fram í tíðindasendingini, var, at samanborið varð við heiligvágsstuðulin til pensjónistar frá Almannastovuni, ið var galdandi í 2008.
Hendan skipanin varð broytt 1. januar 2009. Tá hækkaði egingjaldið til 2.400 kr. um árið fyri flestar fólkapensjónistar, samstundis sum stuðul einans varð veittur til stuðulsheimilaðan heilivág.
Eftir teirri nýggju tilskotsskipanini er hægsta egingjaldið hjá pensjónistum fyri stuðulsheimilaðan heilivág sett til 1.195 kr. um árið. Hetta er minni enn helvtin av tí, sum var galdandi frammanundan.
Áður var tað so, at vaksin, ið ikki vóru pensjónistar, fingu 50 prosent í stuðli til heilivág. Dømir eru, har einstaklingar hava goldið nógvar túsund krónur fyri heilivág um árið. Fyri hesi er nýtt hámark sett fyri egingjaldið á 1.600 krónur um árið.
Í nýggju skipanini verður stuðul veittur til stuðulsheimilan heilivág. Í so máta er skipanin óbroytt. Somuleiðis verður stuðul einans veittur til bíligasta heilivágin við sama virknað.
Hetta er sama skipan, sum er galdandi í øllum okkara grannalondum. Føroyska skipanin er tó betri enn skipanin kring okkum, tí egingjaldið er munandi lægri enn aðrastaðnis.
Ein onnur broyting við nýggju skipanini er, at Heilsutrygd veitir stuðul til kostískoyti, merkivørur o.a. Fleiri hava merkt, at almenni stuðulin til hetta varð tikin burtur í 2009.
Tilskotsnevndin ger ein lista yvir kostískoyti, merkivørur o.a., sum skal fáa tilskot frá Heilsutrygd. Dømir um kostískoyti og merkivørur, sum kunnu væntast at fáa stuðul er t.d. lactulosa, kálkískoyti, ymisk krem til húðrøkt o.s.fr.