27.03.2021 · Heilsumálaráðið

Nýggj støðulýsing um koppsetingartilgongdina

Nýggj støðulýsing um koppsetingartilgongdina

Koppsetingarbólkurin hevur nú dagført støðulýsingina um koppsetingartilgongdini higartil. Hetta er onnur støðulýsingin og fevnir hon um tíðarskeiðið 30. desember 2020 til 24. mars 2021

Í støðulýsingini eru m.a. dagførdi koppsetingarkalendarin og tølini fyri, hvussu nógv eru koppsett sum heild, býtt á kyn og aldur

Sambært støðulýsingini sæst, at komið er væl áleiðis at koppseta fyrstu 5 bólkarnir í koppsetingarkalendaranum. Tað vil siga, at nærum allir teir elstu og veikastu borgarar í Føroyum nú eru væl vardir ímóti koronasmittuni.

Í vikuni varð byrjað at koppseta eftir aldri, t.v.s. fólk í bólki 6. Hetta eru fólk, sum hava fylt 85 ár. Eftir hetta fara aðrir bólkar at fáa tilboð um koppseting fyri korona. Nú farið er undir at koppseta eftir aldri, er ein nýggj bókingarskipan tikin í nýtslu, soleiðis at fólk í aldursbólkunum, sum hava fingið koppseting í boði, kunnu bóka sær tíð til koppseting. Bíleggingin fer fram á www.korona.fo.

Samanumtikið hevur tað gingið sera væl við koppsetingini. Koppsetingin hevur gingið skjótt, undirtøkan hevur verið góð og gagnnýtslan av koppingarevni hevur verið høg.

Dagførda støðulýsingin kann lesast HER.

 

COVID-19 Koppsetingarbólkurin