Nú kunnu læknar senda reseptir uppá heilivág beinleiðis yvir THS-skipanina til Apotekini kring landið. Nýggju e-reseptirnar merkja, at ikki tað ikki longur er neyðugt at skriva út og handa ella faxa reseptir til apotekini.
Skipanin við E-reseptum er ein liður í menningini av Talgildu heilsuskipanini og varð í farnu viku verksett á øllum trimum sjúkrahúsunum og hjá einstøkum kommunulæknum. Longu komandi ár kunnu allir kommunulæknar brúka skipanina.
Málið er, støðugt at bøta um sjúklingatrygdina og tryggja, at rætti sjúklingurin fær ávísta heilivágin. Talgilda E-reseptin ber í sær smidligari arbeiðsgongdir, har færri skulu handfara sama skjal.
Í stuttum er ein e-resept ein resept uppá heilivág, sum verður send beinleiðis til Apotekið við talgildu skipanini Cosmic, ið øll sjúkrahúsini brúka. Bert læknar kunnu senda e-reseptir.
Skipanin er ment í samstarvi millum apotekini, sjúkrahúsini, kommunulæknarnar, THS-kjarnina og Heilsumálaráðið.