24.03.2015 · Heilsumálaráðið

Nýggj seingjadeild á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Nýggj seingjadeild á Klaksvíkar sjúkrahúsi

- Klaksvíkar sjúkrahús er framvegis ein høvuðsæðr í okkara heilsuverki. Nýggju karmarnir staðfesta hesa støðu og skapa neyðuga fundamentið fyri nýggjari menning og møguleikar fyri fleiri viðgerðum á Klaksvíkar sjúkrahúsi í framtíðini.

Soleiðis segði landsstýrismaðurin í heilsumálum millum annað, tá móttøka var á Klaksvíkar sjúkrahúsi í samband við at nýggja seingjadeildin varð tikin í nýtslu. Í røðu sínar segði Karsten Hansen, landsstýrismaður eisini:

- Ætlanin við umbyggingini var frá byrjan at nútímansgera karmarnar so teir svaraðu til dagsins tørv og tilboð. Karmarnir á Klaksvíkar sjúkrahús hava borið brá av síni samtíð og vóru skipaðir á gamlan hátt. Tað vil siga til nógvar innleggingar og minni ambulant virksemi.

Umvælingin, sum vit í dag hátíðarhalda, er eitt týdningarmikið fet at tillaga karmarnar til nýggja háttin at skipa virksemið uppá og førkar so avgjørt Klaksvíkar sjúkrahús fram á leið.

Umbyggingini snýr seg tí um hesa umlegging. Fyri at fáa pláss til meira ambulant virkseminum á sjúkrahúsinum, eru bæði medisinsku seingjaplássini og seingjaplássini á skurð savnaði á einari og somu deild og á einari hædd.

Tað var í 2011 at verklagslóg um at umvæla og at umbyggja Klaksvíkar sjúkrahús var borin í Løgtingið. Játtaðar vóru tilsamans 15 mió. krónur til arbeiðið árini 2012-2014.

Nýggja deildin, sum felags seingjadeild fyri medisinskar sjúkur og skurð, hevur 28 sengur.

undefined