Nýggja lógin um vísindasiðseminevnd ger tað lættari og smidligari hjá granskarum at fáa viðgjørt umsóknir um verkætlanir innan heilsugransking. Tó uttan at slaka verður í verjuna av rættindum og trygd hjá teimum, sum luttaka í vísindaligum royndum.
Eitt samt Løgting samtykti herfyri ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om videnskabsetisk behandling af sundhedsvidenskabelige forskningsprojekter”. Tað var landsstýrismaðurin við heilsumálum, Karsten Hansen, sum átti uppskotið.
Áðrenn tú fert undir eina heilsuvísindaliga granskingarverkætlan, sum fevnir um menniskju ella menniskjaligt lívfrøði - eitt nú vevnað ella ílegur - skal verkætlanin góðkennast av serligari nevnd, sum ber heitið, Vísindasiðeminevndini. Ríkislógartilmælið snýr seg í stóran mun um virkisøkið og skipan av hesi nevnd.
Skipanin við vísindasiðseminevnd hevur, sum yvirskipaða endamál at tryggja, at verkætlanir innan heilsugransking verða framdar vísindasiðsemiliga ráðiligt. Atlit til rættindi og trygd hjá teimum, ið luttaka í granskingarverkætlanum, eru altíð týdningarmeiri, enn vísindalig áhugamál fyri at skapa møguleikar fyri menning av nýggjari vitan. Skipanin við vísindasiðseminevndum er tí týdningarmikil fyri menningina av heilsugransking í Føroyum.
Nýggja lógin er í stóran mun ein grannskoðan av gomlu lógini um sama mál. Nýggja skipanin er einfaldari og ger tað lættari og skjótari hjá granskarum at fáa viðgjørt umsóknir um verkætlanir. Tó uttan at slaka í verjuna av rættindum og trygd hjá teimum, ið luttaka. Hetta verður gjørt við eitt nú at gera avgerðartilgongdina hjá nevndini einfaldari og við at áseta nevndini tíðarfreist at svara umsóknum.
National Videnskabsetisk komité
Ein onnur broyting er, at ein nýggj National Videnskabsetisk komité er sett á stovn í Danmark. Kærur um avgerðir, sum føroyska Vísindasiðseminevndin hevur tikið, kunnu sendast nationalu nevndini. Sambært nýggju lógini, hevur hendan nevndin heimild at taka støðu til serliga torfør mál, sum eru serstakliga arbeiðskrevjandi og torgreidd. Hetta kann vera mál um heilsuvísindaliga gransking, sum fevnir um umfatandi skráseting av arvagóðsi.