Tann 14. september 2013 kom í gildi broyting í kunngerðini um ávísing av fylgjara til sjúkling, ið verður sendur uttanlands til viðgerðar
Í vár samtykti Løgtingið lógarbroytingin í lóg um sjúkrahúsverkið viðvíkjandi ásetingum um fylgjarar. Sambært § 9, stk. 5 í hesari lógarbroyting, kann landsstýrismaðurin áseta nærri reglur viðvíkjandi fylgjarum í kunngerð, herundir nærri treytir fyri at fáa fylgjara við, reglur um umsiting og gjald fyri ávísar ferða- og uppihaldsútreiðslur uttanlands.
Frameftir er at tað “fyrisitingin innan sjúkrahúsverkið” sum kemur at taka avgerð í málum um fylgjarar til sjúklingar, ið verða sendir uttanlands til viðgerðar. Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum tekur avgerð viðvíkjandi fylgjara til sjúkling, ið verður ávístur av Landssjúkrahúsinum, meðan tað eru fyristøðukvinnurnar á Suðuroyar- og Klaksvíkar sjúkrahúsi, ið taka avgerð viðvíkjandi fylgjara til sjúkling, ið verður ávístur til viðgerðar uttanlands av hesum sjúkrahúsum.
Hetta er í samsvari við tað, sum verður ført fram í viðmerkingunum til lógaruppskotið, sum bleiv samtykt í vár.
Í sambandi við broyttu reglurnar á økinum, hevur Heilsumálaráðið gjørt eina Vegleiðing um gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur uttanlands fyri fylgjara hjá sjúklingi. Vegleiðingin sæst við at trýsta her.