Næstu ferð, nýggj kanningarúrslit verða kunngjørd, verður í morgin, týsdagin tann 19. mai. Hetta kemst av, at ongar kanningar vórðu gjørdar í gjár, sunnudagin.
Sostatt er støðan í Føroyum óbroytt.
187 fólk hava fingið staðfest smittuna, og øll eru staðfest frísk aftur. 8.863 kanningar eru framdar.
Eingin hevur fingið staðfest smittuna í teimum seinastu 2.593 kanningunum. Seinastu ferð, ein nýggjur tilburður varð staðfestur, var tann 22. apríl, tá tveir føroyingar fingu staðfest smittuna. Fleiri hagtøl kunnu lesast her.
Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið 18. mai kl. 09.27