Nýggj kunngerð gevur føroyskum myndugleikum heimild at skriva út sonevnda hygieinuváttan til føroysk skip, ið sigur frá, at eingi gnagdýr ella skordýr, ið kunnu spjaða sjúku, eru umborð.
Í fjør samtykti løgtingið eina nýggja epidemilóg, sum er dagføring av gomlu lógini, ið seinast varð broytt við kongligari fyriskipan í 1987. Síðani tá er lógin í tveimum førum broytt í Danmark, í 2008 og 2009.
Høvuðsbroytingarnar í donsku lógini hava verið tvinnar. Í fyrra lagi at víðka um heimildirnar hjá Epideminevndini at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk í sambandi við útbreiðslu av smittandi sjúkum, og í øðrum lagi at skriva út sonevnd “hygieinuváttanir” í staðin fyri rottusertifikat, ið áður eru skrivað út til skip.
Við kunngerðini, ið varð lýst í vikuni, kunnu hesar broytingar endaliga setast í verk í Føroyum.
Epideminevnd víðkaðar heimildir
Epideminevndin hevur til uppgávu at fyribyrgja, at smittandi sjúkur, sum kunnu spjaða seg, koma til Føroyum. Sambært lógini hevur nevndin heimild at seta í verk fyribyrgjandi tiltøk hesum viðvíkjandi. Í nevndini sita millum onnur fútin og landslæknin.
Heimildirnar hjá nevndini eru víðkaðar nakað í mun til gomlu lógina. Í stuttum merkir broytingin, at Epideminevndin nú eisini kann seta tiltøk í verk, tá tað viðvíkur sjúkum, sum smitta frá vatni, luft, føði og djórum til fólk og ikki einans, tá talan er um smittandi sjúkur millum fólk.
Hygieinuváttan avloysir rottusertifikatið
Tá danir broyttu epidemilógina í 2009, fóru tey sonevndu rottusertifikatini, ið høvdu verið skrivað út til skip, úr gildi. Í staðin fóru danir at skriva út hygieinuváttanir, ið eru meira víðfevnd enn rottusertifikatini.
Í Føroyum hevði tollvaldið undir TAKS, vegna Epideminevndina, eftirlit við, at skip, sum koma uttanífrá hava gildig rottusertifikat umborð. Somuleiðis var uppgávan hjá TAKS at skriva út rottusertifikat til útlendsk og føroysk skip, sum antin ikki høvdu sertifikat umborð, ella har sertifikatini vóru gingin út.
Eftir áheitan frá danska Heilsustýrinum steðgaði TAKS at skriva út rottusertifikat um miðjan apríl 2009, tí at gomlu rottusertifikatini ikki høvdu gildið longur. Eitt rottusertifikat hevði gildið í 6 mánaðir, og TAKS skrivaði umleið 100 sertifikat út um árið, harav umleið 30 til føroysk skip.
Tá eingin heimild var í gomlu epidemilógini at útskriva nýggju hygieinuváttanirnar, var neyðugt hjá útlendskum og føroyskum skipum at søkja útlendska havn, fyri at fáa eitt nýtt sertifikat. Fyri føroysk skip, sum komu í útlendska havn, hevur hetta verið ørkymlandi, tí tey kundu væntað at verða afturhildin og ikki loysa aftur, fyrr enn skipið varð kannað, og eitt nýtt sertifikat fyrilá umborð.
TAKS hevur við nýggju kunngerðini aftur fingið heimild at skriva út gyldugar váttanir til føroysk og útlendsk skip.