Sum ein liður í at fremja heildarætlanina um diabetes og heilsunýskipanina hevur Heilsumálaráðið sett nýggja ókeypis heilsutænastu á stovn.
Tað snýr seg um kliniskar dietistar, sum fara at veita kostfakliga tænastu til fólk við diabetes, hjarta-æðrasjúku, krabbamein og til ávísar bólkar av børnum.
Dietistarnir eru starvsettir hjá Heilsutrygd og fara at hava sítt dagliga virki á ymiskum læknaviðtalum í Føroyum, so tætt við borgaran sum møguligt. Tænastan gevur fólki høvi at verða ávíst til dietist, um læknin metir, at tað kann betra um heilsustøðuna. Tænastan er ókeypis fyri borgaran.
Nógvir sjúklingar bíða spentir eftir, at tænastan fer í gongd, og eisini læknarnir síggja fram til at kunna bjóða sjúklingum hesa eyka tænastu. Tað hevur áður ikki borið til hjá kommunulæknum at ávísa fólk beinleiðis til dietist.
Dietistarnir fara at virka um næstan alt landið, og hava viðtalur í Tórshavn (á Tinghúsvegnum og í Miðlon), á Sandi, í Kollafirði, í Miðvági, á Tvøroyri og í Vági. Í næstum verður søkt eftir dietisti til viðtalurnar í Runavík og Klaksvík.