Í gjárkvøldið skrivaðu Karsten Hansen og íslendski heilsumálaráðharrin, Guðbjartur Hannesson, undir nýggja avtalu um føroyskt-íslendskt heilsusamstarv.
Avtalan fevnir um viðgerð av sjúklingum, sum ikki kunnu viðgerast í føroyska sjúkrahúsverkinum. Talan er um rammuavtalu, sum ásetir treytirnar fyri ávísing av føroyskum sjúklingum til viðgerð í Íslandi, umframt prísirnar fyri hvørja einstaka viðgerð.
Somuleiðis leggur avtalan upp til at menna samstarvið millum Landssjúkrahúsið og Landspitalið á ymiskum serlæknaøkjum. Í dag er millum annað skipað samstarv við íslendskan serlækna í bróstkrabba, sum javnan vitjar í Føroyum at gera skurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum. Hetta merkir at føroyska heilsuverkið sleppir undan at senda hesar kvinnur av landinum fyri at fáa skurð.
Arbeitt verður í løtuni við møguligum samstarvsavtalum innan onnur serlæknaøkir.
Samstarvið millum føroyska og íslendska heilsuverkið hevur støðið i Hoyvíksáttmálanum, har lagt verður upp til, at samstarv verður skipað innan fleiri øki í samfeløgunum. Fyrsta avtalan av hesum slag varð undirskrivað í 2010 og eru partarnir væl nøgdir við samstarvið.