Hámark verður nú sett fyri, hvussu nógv avvarðandi kunnu gjalda fyri uppihald á nýggja Sjúklingahotellinum.
Javnan kemur fyri, at gestir, ið hava samband við sjúklingar, gista í longri tíðarskeið á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn. Reglan hevur verið tann, at um lækni hevur ávíst fylgjara, rindar fylgjarin 150 krónur um dagin fyri uppihald og kost, tó í mesta lagi 1.500 krónur um mánaðin. Einki hámark hevur verið fyri aðrar gestir.
Í sambandi við, at Sjúklingahotellið Tórshavn er flutt í nýggj hølir á Venøgade, hevur leiðslan í samstarvi við landsstýrismannin við heilsumálum, Karsten Hansen, gjørt av at broyta prísskipanina. Frameftir verður hámark fyri, hvussu nógv gestir, sum hava samband við sjúklingar, annaðhvørt á hotellinum ella sum eru innlagdir á sjúkrahúsi, skulu gjalda.
Kostnaðurin fyri innivist á Sjúklingahotellinum Tórshavn fyri náttina við kosti er hesin:
• Ávístur fylgjari 150 kr. pr. persón – max. 1.500 kr. um mánaðin
• Gisting 600 kr. pr. persón – max. 6.000 kr. um mánaðin
• Børn frá 12-17 ár 300 kr. pr. persón – max. 3.000 kr. um mánaðin
• Børn frá 0 til 11 ár Ókeypis