Tørvur er á at seta munandi fleiri serlæknar í Sjúkrahúsverkinum og kommunulæknar komandi árini
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur fingið ein arbeiðsbólk at gera eitt tilmæli um, hvussu nógvir serlæknar skulu vera á hvørjum øki í sjúkrahúsverkinum og kommunulæknaskipanini og um, hvørji serlæknaøki skulu mennast í heilsuverkinum .
Tilmælið er nú liðugt og varð handað landsstýriskvinnuni síðst í juni.
Fleiri álit um framtíðar heilsuverk hava verið skrivað seinastu árini. Í flestu álitinum hevur verið mælt til, at gera ætlanir, sum lýsa tørvin á serlæknum í føroyska heilsuverkinum. Ikki fyrr enn nú, landsstýriskvinnan í heilsumálum setti hetta arbeiðið í verk, er ein tílík serlæknaætlan gjørd, við einum veruligum boði uppá hvussu stór avbjóðingin er.
Høvuðsniðurstøðurnar í tilmælinum eru, at serlæknar eru settir í starv á stórt sæð øllum serøkjum, sum eru í heilsuverkinum, men serlæknarnir eru ov fáir í tali. Neyðugt er tí at brúka avloysarar bæði í sjúkrahúsverkinum og kommunulæknaskipanini.
Samanborið við onnur lond, hava vit færri serlæknar í mun til fólkatalið.
Mælt verður til, at vit fáa væl fleiri serlæknar á sjúkrahúsunum. Eisini er tørvur á fleiri kommunulæknum. Verða kommunulæknarnir fleiri í tali, kunnu teir til dømis átaka sær fleiri uppgávur, sum nú verða gjørdar á sjúkrahúsunum.
Í tilmælinum verður mett, at tørvur er á 53 serlæknastørvum afturat í sjúkrahúsverkinum og 10 kommunulæknastørvum afturat. Tað er eisini so, at nøkur av størvunum, sum eru í heilsuverkinum í dag, eru mannaði við avloysarum. Hetta merkir, at tørvur er á fleiri enn 53 serlæknum í sjúkrahúsunum og fleiri enn 10 kommunulæknum afturat í føstum størvum.
Tað finst ongin skjót og løtt loysn at nøkta allan serlæknatørvin – serliga ikki á sjúkrahúsøkinum. Fleiri kommunulæknar verða útbúnir í føroysku skipanini komandi árini. Tað fer at bøta um tørvin í kommunulæknaskipanini. Á sjúkrahúsøkinum fara at ganga nøkur ár, áðrenn munandi fleiri serlæknar verða útbúnir.
Nógvir føroyingar eru undir læknaútbúgving, so útlitini eru betur í árunum sum koma. Millum annað, eru møguleikarnir at útbúgva seg í Føroyum vorðnir betri, og fyrireikingar eru til at gera sjúkrahúsverkið til universitetssjúkrahús. Hesi átøk eiga at halda fram og styrkjast uppaftur meira, tí tað økir um møguleikan fyri, at læknarnir velja Føroyar sum arbeiðsstað.
Farið verður nú undir at viðgera hetta tilmælið um serlæknamanningina í heilsuverkinum og um serlæknaætlanin samsvarar við aðrar ætlanir, sum arbeitt verður við.
Øll serlæknaætlanin kann lesast her: Tørvurin á serlæknum í føroyska heilsuverkinum