Stívliga 5.000 skamtar av koronu-koppingarevni komu til landið í gjárkvøldið, og sama nøgd væntast í aðru viku. Tískil er ferð á koppsetingini, og kunngerðin um ókeypis koppseting fyri COVID-19 er júst víðkað, so øll, ið yvirhøvur skulu koppsetast, nú eru fevnd av kunngerðini. Koppsetingarkalendarin er eisini dagførdur, og sambært honum er liðugt at koppseta fyrstu viku í august
So stór ferð er á koppsetingini fyri koronu í Føroyum, at tann breiða fjøldin av fólki nú eisini stendur fyri tørni.
Í gjárkvøldið komu fleiri enn 5.000 skamtar av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech til Føroya, og sama nøgd væntast í aðru viku – tað eru tilsamans meira enn 10.000 skamtar.
Hetta er nógv meira, enn tørvur er á til at koppseta øll tey, ið eftir eru at koppseta í málbólkunum, sum higartil hava verið fevndir av koppsetingarkunngerðini. Tí er kunngerðin nú víðkað, so hon fevnir um allar føroyingar 16 ár og eldri. Tey, sum eru yngri enn 16 ár, verða ikki koppsett.
Í koppsetingarkalendaranum vóru fólk upprunaliga býtt upp í 12 málbólkar. Níggju av hesum bólkum vóru fevndir av kunngerðini frammanundan, og við seinastu og endaligu víðkanini eru teir tríggir seinastu málbólkarnir lagdir saman til ein – tey 16-64 ára gomlu. Hetta er tann nýggi málbólkur 10.
Í sjálvari koppsetingargongdini verður hesin stóri bólkurin tó býttur sundur í fimm aldursbólkar:
- 55-64 ár
- 45-54 ár
- 34-44 ár
- 25-34 ár
- 16-24 ár
Vegleiðing um at koppseta bólk nr. 10 kann lesast her.
Aldursbólkarnir verða koppsettir hvør eftir øðrum, tey elstu fyrst, men tó so, at atlit verða tikin at, at eisini í hvørjum einstøkum aldursbólki eru fólk, sum eru í serligum vandabólkum – tað kunnu vera fólk við krabbasjúku, sjúku í nervalagnum, lungasjúku, hjartasjúku, diabetes og so framvegis. Ein serskipan fer at verða gjørd fyri fólk á útoyggj.
Fyrsta dagin, latið verður upp fyri at bíleggja tíð til koppseting í tí einstaka aldursbólkinum, fáa hesi í serligum vandabólkum framíhjárætt at bíleggja sær tíð. Eftir tann dagin kunnu øll, sum hoyra til aldursbólkin, bíleggja sær tíð á jøvnum føti.
Yvirlit yvir vandabólkar sæst her.
Føroyska koppsetingargongdin fylgir tí donsku í tíð, tí skamtarnir verða tillutaðir okkum úr Danmark eftir fólkatalinum. Í Danmark hava tey dagført sína tíðarætlan fyri, nær liðugt er at koppseta. Nú vænta tey, at tað verður fyrstu viku í august, og føroyski koppsetingarkalendarin er júst eisini vorðin dagførdur samsvarandi hesum.
Dagførdi koppsetingarkalendarin sæst her.
COVID-19 koppsetingarbólkurin