Arbeiðið at orða ein heilsupolitikk fyri Føroyar er sett í gongd. Lunnar verða lagdir undir eina nýggja og breiða langtíðarætlan fyri heilsuverkið, sum fevnir um tíðarskeiðið 2025–2035.
Heilsupolitikkurin hevur til endamáls at seta kós og geva felags fatan av framtíðini hjá føroyska heilsuverkinum. Við politiskari, fakligari og almennari undirtøku verður skipað fyri nøktandi raðfestingum og átøkum, sum skulu styrkja sálarliga, kropsliga og sosiala vælveru hjá øllum føroyingum. Visjónin er, at føroyska heilsuverkið skal vera á støði við bestu heilsuverkini í heiminum.
Verkætlanin verður skipað við breiðari umboðan fyri at tryggja, at ymisk sjónarmið og førleikar verða tikin við:
Arbeiðsbólkurin – Stendur fyri dagliga arbeiðinum. Arbeiðsbólkurin verður mannaður við starvsfólkum úr Heilsumálaráðnum.
Fylgibólkar - Ein fylgibólkur verður mannaður við politikarum. Ein annar verður mannaður við fakfólki.
Stýrisbólkurin – Umboð úr aðalráðum og Kommunufelagnum mannað stýrisbólkin
Áhugabólkar og borgarar - Øll fáa høvi at leggja fram áskoðanir gjøgnum fundir og onnur tiltøk.
Hetta gevur politikarum, fakfólkum, borgarum og áhugapørtum møguleika at møtast og viðgera heilsu í breiðum høpi.
Næsta stig er at fremja eina breiða tilgongd, har áhugapartar úr øllum samfelagnum fáa høvi at bera fram sínar áskoðanir.
Ætlanin er, at uppskotið til nýggja heilsupolitikkin skal verða liðugt miðskeiðis í 2025. Tað er eisini ætlanin at skipa regluligar eftirmetingar og tryggja, at politikkurin verður tillagaður eftir tørvi.
Við heilsupolitikkinum verður dentur lagdur á fyribyrging og heilsufremjan, samstundis sum røtt viðgerð skal verða veitt á røttum stað og til rætta tíð. Ein vælvirkandi heilsuskipan er grundarlagið undir okkara vælferðarsamfelagi, og politikkurin skal tryggja, at føroyska heilsuverkið verður bæði burðardygt og dygdargott komandi árini.
Kjarnuvirðunum í heilsuætlanini - Health 2020 - hjá heimsheilsustovninum WHO.
Virðunum í - Nordic Health 2030; rættvísi, burðardygd, góðska, gjøgnumskygni, ábyrgd, álit, nýhugsan, menning, kreativitetur, javnstøða, virðing og rættin til at vera tikin við, tá ið avgerðir verða tiknar.