26.09.2022 · Heilsumálaráðið

Novo Nordisk Fonden játtar 123 mió. kr. til viðgerð og gransking innan diabetes og endokrinologi í Føroyum

Novo Nordisk Fonden játtar 123 mió. kr. til viðgerð og gransking innan diabetes og endokrinologi í Føroyum
1 / 10

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur undirskrivað 10 ára samstarvsavtalu við Novo Nordisk Fonden, um at styrkja viðgerð og gransking innan diabetes og endokrinologi, og at seta á stovn eina Steno Miðstøð í Føroyum. Endamálið við miðstøðini er at leingja lív og betra lívsgóðsku hjá persónum við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum.

Stór samkoma var á Hotel Føroyum í dag í sambandi við, at avtalurnar vórðu undirskrivaðar. Tað vóru Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum og Martin Ridderstråle, Senior Vice President í Novo Nordisk Fonden, sum undirskrivaðu avtalurnar.

At Steno Miðstøðin nú verður sett á stovn í Føroyum, er eitt stórt framstig og fer at tryggja at viðgerð, tvørgeiraligt samstarv og gransking innan diabetes og endokrinologi í Føroyum framhaldandi verða ment.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Føroysk Steno Miðstøð

Novo Nordisk Fonden er ein vinnugrunnur, sum stuðlar vísindaligum, humaniterum og samfelagsgagnligum málum. Endamálið hjá Novo Nordisk Fonden er at styrkja fólkaheilsu og burðardygd í samfelagnum og á klótuni. Stuðul frá Novo Nordisk Fonden verður tillutaður, sum ein treytaleys játtan.

Søguliga hevur grunnurin stuðla Steno Diabetes Center í Gentofte, og seinastu seks árini eru samstarvsavtalur gjørdar við allar regiónirnar í Danmark og við sjálvstýrið í Grønlandi, um at seta diabetes miðstøðir á stovn. Á donsku diabetes miðstøðunum er høvuðsdenturin lagdur á diabetes, meðan føroyska miðstøðin fer at fevna um allar endokrinologiskar sjúkur. Diabetes er ein endokrinologisk sjúka. Nýggja føroyska miðstøðin eitur Steno Miðstøðin og á donskum Steno Diabetes Center Færøerne (SDCF).

Steno Miðstøðin verður skipað sum partur av Medisinska Deplinum. Ein nevnd við fimm limum verður sett at hava yvirskipaðu ábyrgdina av Steno Miðstøðini. Í henni verður aðalstjórin í Heilsumálaráðnum forfólk, og hinir limirnir vera forstjórin og læknaligi varastjórin í Sjúkrahúsverkinum, stjórin í Heilsutrygd og eitt umboð, sum Novo Nordisk Fonden velur.

Leiðslan á Medisinska Deplinum verður leiðsla á Steno Miðstøðini.

Eg fegnist um, at Føroyar verður ein partur at Steno-felagsskapinum saman við seks øðrum miðstøðum – fimm miðstøðir í donsku regiónunum og ein miðstøð í Grønlandi. Grundarlagið undir steno miðstøðunum er alment-privat samstarv, sum hevði sín uppruna í 1932. Allar miðstøðirnar hava til endamáls at fyribyrgja diabetes og betra lívsgóðskuna og livialdurin hjá persónum við diabetes. Í Føroyum er hetta galdandi fyri persónar við øllum endokrinologiskum sjúkum. Tað verður áhugavert at fylgja góðskumenningini í viðgerðini í Føroyum.
Martin Ridderstråle, Novo Nordisk Fonden.

Viðgerð og gransking

Yvirskipað verður dentur lagdur á at bjóða viðgerð fyri diabetes og aðrar endokrinologiskar sjúkur, sum er tillagað tørv og sjúkueyðkenni hjá tí einstaka sjúklinginum. Í virkisætlanini fyri samstarvið um Steno Miðstøðina, eru neyvar lýsingar av viðgerðartilboðum og fyribyrgingarátøkum, sum Steno Miðstøðin skal bjóða tey fyrstu árini. Eitt tvørgeiraligt samstarv um góðskueftirlit og menning skal tryggja javnbjóðis tilboð til allar føroyingar við diabetes ella øðrum endokrinologiskum sjúkum.

Roknað verður við, at okkurt um 250 føroyingar hava diabetes typu 1, og at okkurt um 2.700 hava diabetes typu 2.

Í Steno Miðstøðini skulu vera hølir til viðgerð, kliniska gransking og umsiting. Granskingarhølini skulu kunna brúkast av øllum heilsugranskarum og ikki bara til gransking í endokrinologiskum sjúkum. Granskingin á Steno Miðstøðini fer bygnaðarliga at hoyra undir nýggju føroysku Heilsugranskingareindina, sum verður stovnað á nýggjárinum.

Hølini verða væntandi klár at taka í nýtslu í 2026. Til tá fer virksemið hjá Steno Miðstøðini at húsast í hølunum hjá diabetes og endokrinologi á Landssjúkrahúsinum og øðrum hølum, sum eru til taks har.

Tvørgeiraligt samstarv og førleikamenning

Gransking og miðvís viðgerð av sjúklingum verður staðsett á sjálvari Steno Miðstøðini, men í virkisætlanini verður dentur lagdur á at uppstiga viðgerð og fyribyrging av diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum á øllum mótum. Í dag taka kommunulæknarnir sær í høvuðsheitum av at viðgera sjúklingar við diabetes typu 2, og tí skulu orka og pengar millum annað eisini brúkast uppá at uppstiga tann partin, serliga førleikamenning í kommunulæknaskipanini.

Viðvíkjandi diabetes 2 skal serligur dentur leggjast á at fyribyrgja og at staðfesta sjúkutekin tíðliga, so til dømis broyttur liviháttur kann forða fyri, at ein persónur við byrjandi sjúkueyðkennum fær sjúkuna. Her er millum annað at førleikamenna heilsu- og kostráðgevingina ein týðandi partur.

Virkisætlanin kann lesast her.

Meira kunning kann fáast við at venda sær til:

  • Heilsumálaráðið, Katrin Gaard, fulltrúi, tlf. 734039, katrin.gaard@hmr.fo.
  • Novo Nordisk Fonden, Christian Mostrup, pressechef, tlf. +45 35 27 66 00, cims@novo.dk
Endokrinologi

Endokrinologi er læran um hormonir og sjúkur tengdar at ólagi í hormonunum, til dømis diabetes og evnaskiftissjúkur (stoffskiftissjúkur).