Hóast eltrygd í stóran mun verður umsitin í evropeiskum samstarvi, so tryggjar serstaka norðurlendska samstarvið um eltrygd eina røð av fyrimunum, sum eisini Føroyar njóta ágóðan av.
Í døgunum 24. og 25. august er føroyska Elnevndin vertur fyri fundi hjá norðurlendsku nevndini fyri samskipan um eltrygd (NSS). Á skránni eru bæði áleikandi mál og spurningar umframt kunning frá undirnevndunum.
NSS hevur til endamáls at tryggja eina dygdargóða og burðardygga eltrygdarskipan í norðurlondum. Samstarvið krevur av limalondunum, at hesi luttaka virkið, soleiðis at royndir og vitan innan eltrygd koma øllum borgarum í norðurlondum til góðar.
Visjónin er greið, at menna heimsins besta eltrygdarnet.
Nevndin arbeiðir m.a. við at eyðmerkja felags avbjóðingar á eløkinum, har felags loysnir minka um og fyribyrgja el-brunar og aðrar vanlukkur, ið standast av eitt nú vandamiklum tólum og útgerð, umframt vandamiklar inleggingar. Myndugleikarnir fremja eltrygdina við t.d. marknaðareftirliti, gransking og uppfylging av vanlukkum.
Umrøða evropeiskar reglur
Á fundinum fer NSS m.a. at umrøða, hvussu viðkomandi ES-reglur verða tillagaðar og settar í verk í norðurlondum. Tað er umráðandi, at harmoniseringar og teknisk krøv frá ES ikki slaka verandi norðurlendskar reglur.
Eitt annað evni á dagsskránni er internethandil og marknaðareftirlit, sum eisini hevur verið frammi í Føroyum.
Limalondini hava ofta rættiliga ymiskar fortreytir, sum gera seg galdandi, tá ymiskir spurningar og viðurskifti verða umrødd. Norðurlendska samstarvið um hesar spurningarnar tryggjar, at londini í felag kunnu finna bestu loysnirnar og menna bestu skipanirnar fyri eltrygd í norðurlondum.
Elnevndin
Elnevndin er stovnur undir Heilsu- og Innlendismálaráðnum, ið umsitur løgtingslógirnar um sterkstreymsútbúnað og løggilding av elinnleggjarum v.m. og teimum landsstýriskunngerðum, ið eru knýttar til lógirnar. Nevndin skal eisini kunna um eltrygd og tær reglur, ið eru galdandi í Føroyum.
Fyri norðurlendsku eltrygdarmyndugleikarnir sita Elnevndin í Føroyum, Elsäkerhetsverket í Svøríki, Sikkerhedsstyrelsen í Danmark, Säkerhets- och Kemikalieverket í Finnlandi, Direktoratet for samfunnssikkerhet og beredskab í Norra, Mannvirkjastofnun í Íslandi, Grønlands Elmyndighed í Grønlandi og Landskapsregeringen á Álandi.
Fleiri upplýsingar
Fleiri upplýsingar um NSS fundin ella um Elnevndina kunnu fáast við at venda sær til Jógvan Sørin Hansen, skrivara í Elnevndini, á telefon 220523 ella við at skriva til jogvansorin@torshavn.fo