Skíggjarnir eru komnir fyri at vera. Men tað er ikki uttan stúran. Sálarligur mistrivnaður økist millum børn og ung í Norðurlondum. Tí krevja vit nú í felag, at sosialu miðlarisarnir taka ábyrgd. Tað skriva heilsu- og almannamálaráðharrarnir í Norðurlondum.
Í dagsins talgildu tíð eru vit øll meira ella minni áhaldandi knýtt í skíggjar av ymiskum slagi. Okkara talgilda samfelag setur krøv til eitt talgilt fólk, og fyrimunir við hesari menning eru, t.d. økt vitan og møguleikar fyri lærdómi og lættari hættir at samskifta og samstarva á runt allan heim. Lætta atgongdin til snildfonir hevur havt við sær, at skíggjarnir næstan altíð er atkomuligur og bert eina armslongd burturi. Í dag greiða nógv ung frá, at tey brúka snildfonina ella sosialar miðlar meira, enn tey sjálvi ynskja, og at tað gongur út yvir annað virksemi, venjing, skúlating og svøvn.
Sálarligi mistrivnaðurin økist
Vit vita alt ov lítið í dag um, hvussu skíggjar ávirka heilsuna hjá børnum og ungum, men samstundis er tað eyðsýnt, at økt nýtsla hevur umskarandi ávirkan. Vit síggja við stúran, hvussu týdningarmikið heilsufremjandi virksemi sum likamsvenjingar, svøvnur og samvera við onnur kann ávirkast neiligt vegna øktu skíggjanýtsluna.
Vánalig sálarheilsa er eisini økt. Tað sæst í kanningum, har fólk siga, hvussu tey hava tað, í øktum sjúkuavgerðum og í útskrivaðum heilivági móti t.d. angist, tunglyndi, hugsavningarórógvi og svøvnloysi. Hetta er álvarsamt, men samstundis vita vit, at skíggjar eru komnir fyri at vera.
Ein økt skíggjanýtsla er ein avbjóðing fyri samfelagið og nakað, sum vit skulu loysa í felag. Í Norðurlondum hava vit eina drúgva søgu við samstarvi, og síggja vit nú ein tørv á, at vit í felag seta orð á hesar spurningar, heilsuni hjá børnunum og ungum at frama.
Sosialu miðlafyritøkurnar hava eina stóra ábyrgd. Við tí rúgvismiklu kunning, undirhaldi og sínámillum samvirkan, sum verður bjóðað netborin, eru hesar fyritøkur í einari heilt serligari støðu at ávirka atburð og vanar hjá brúkarunum. Tí er avgerandi, at tær taka ábyrgdina, sum tær hava, í álvara. Tær mugu arbeiða virkið til tess at fremja eina sunna nýtslu á teirra pallum. Heilsa og vælvera kann fremjast við at miðlafyritøkur taka ábyrgd og taka stig til at skapa eina meira javnvigandi atgongd til sosialu miðlarnar.
Norðurlond mugu samstarva
Spurningurin er týdningarmikil og krevur at øll í samfelagnum samstarva. Tí vilja vit í Norðurlondum hava eina breiða tilgongd til trupulleikan og taka allar viðkomandi partar við, harímillum foreldur, skúlar, heilsu- og almannamyndugleikar, umframt borgarasamfelagið, og í felag seta krøv til fyritøkurnar við teimum stóru miðlapallunum. ES hevur tikið stig til at regulera økið. Við at arbeiða saman kunnu vit menna eina fjølbroytta og burðardygga ætlan at handfara øktu skíggjanýtsluna og fremja ein heilsugóðan lívsstíl, serliga fyri okkara børn og ungu.
Við at samstarva kunnu Norðurlond deila vitan, deila góð dømir og tilfeingi fyri at menna ætlanir og átøk, sum stuðla undir eini javnvigandi skíggjanýtslu og minka um møguligu neiligu fylgjurnar. Men samstundis eisini leggja trýst á tær stóru sosialu miðlafyritøkurnar at virka fyri heilsuni hjá børnum og ungum. Tær mugu taka ábyrgd og vísa á átøk, til tess at minka um tíðarnýtsluna á pallunum, og hvussu man innanfyri karmarnar hjá einstøku fyritøkunum kann arbeiða við at minka um umskarandi ávirkanina. Svøvnurin minkar, sálarligur mistrivnaður økist og tað sama ger óvirkin atburður. Rákið er tað sama í øllum Norðurlondum og má vendast.
Tað er ongantíð ov seint at gera broytingar, men vit mugu gera tær nú. Sum tað er sagt áður: “It takes a village to raise a child”. Tí er tað í tøkum tíma, at vit samstarva á øllum stigum um at finna útav, hvussu skíggjar og sosialir miðlar ávirka heilsuna hjá børnum, og í felag seta hægri krøv til fyritøkurnar um at taka ábyrgd.
Saman virka vit nú fyri at tryggja eina góða framtíðar heilsu fyri børn og ung.
Skrivað hava:
Jakob Forssmed, almannamálaráðharri, Svøríki
Kaisa Juuso, almanna- og heilsumálaráðfrú, Finnland
Finlands social- och hälsovårdsminister
Sophie Löhde, innanríkis- og heilsumálaráðfrú, Danmark
Ingvild Kjerkol, fyrrv. heilsumálaráðfrú, Noregi
Guðmundur Ingi Guðbrandsson, almanna- og arbeiðsmarknaðaráðharri, Ísland
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, Føroyar
Arsim Zekaj, almanna- og heilsumálaráðharri, Áland