Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur í dag verið á fundi við heilsumálaráðharrarnar í øllum Norðanlondum. Talan var um ein bráðfeingisfund, sum varð hildin talgilt.
Fundurin snúði seg um støðuna viðvíkjandi korona í Norðanlondum. Ráðharrarnir kunnaðu hvønn annan um støðuna við korona og um tiltøkini, sum londini hvør í sínum lagi hava sett í verk til tess at basa korona. Somuleiðis umrøddu heilsumálaráðharrarnir, hvussu Norðanlond kunnu samstarva í stríðnum móti korona.
Kaj Leo Holm Johannesen kunnaði norðurlendsku starvsfelagar sínar um, at higartil eru 2,3% av føroyingum testaðir fyri korona. Somuleiðis kunnaði hann um, hvussu nógvir føroyingar hava fingið staðfest sjúkuna, talið á teimum, sum eru í sóttarhaldi, umframt at tvey eru vorðin frísk aftur.
Kaj Leo Holm Johannesen kunnaði eisini um ymsu tiltøkini, sum myndugleikarnir hava sett í verk bæði á heilsuøkinum og sum heild. Á heilsuøkinum er talan m.a. um tiltøk at kanna fólk fyri korona, umframt upplýsing á heimasíðu og Coronalinjuni.
“Støðan við korona kann bara loysast, um vit samstarva tvørturum landamørk. Einki land klárar einsamalt at loysa kreppuna við korona, og hetta er ein avbjóðandi tíð fyri okkum øll. Á fundinum í dag eru vit samd um, at tað er týdningarmikið, at vit standa saman, stuðla hvørjum øðrum og samstarva”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.