Norðurlendskir heilsu- og almannamálaráðharrar aftur havt fund um korona
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur aftur í dag verið á fundi við norðurlendsku starvsfeløgum sínum um støðuna viðvíkjandi korona.
Á fundinum kunnaðu ráðharrarnir hvønn annan um støðuna og um tey tiltøk, sum eru sett í verk til tess at forða fyri smittuspjaðing. Tiltøkini líkjast nógv, og hava tey við sær, at virksemið í øllum londunum er skert sera nógv. Í øllum londunum eru almennir stovnar stongdir, starvsfólk innan bæði tað almenna og privata arbeiða heima, í tann mun tað ber til, avmarkingar eru innan flogferðslu og almennan ferðafólkaflutning o.s.fr.
Tey tiltøkini, sum eru sett í verk, hava somuleiðis stóra ávarkan á vinnulívið í Norðanlondum. Londini hava tí samtykt ymsar hjálparpakkar, sum hava til endamáls at avmarka neiligu fíggjarligu avleiðingunum av korona.
Norðanlond hava valt ymsar mannagongdir, tá tað snýr seg um at kanna fólk fyri koronasmittu. Kaj Leo Holm Johannesen kunnaði, hvussu vit hava gjørt í Føroyum. Higartil eru uml. 9 % av føroyingum kannaðir fyri korona, sum eisini er tað mesta í Norðanlondum. Fleiri av hinum Norðanlondunum ætla nú at fara undir at kanna munandi fleiri íbúgvar fyri korona, enn tey hava gjørt higartil.
Ráðharrarnir umrøddu síðani, hvør leistur skal veljast, tá farið verður undir aftur at lata londini upp aftur. Londini eru samd um, at hetta fer at taka drúgva tíð, tí tað er sera týdningarmikið, at tað verður gjørt stigvíst og skynsamt, so tað ber til at hava tamarhald á støðuni við korona.
“Vit hava øll nógv at læra av hvørjum øðrum. Somuleiðis er tað týdningarmikið, at vit í Norðanlondum samstarva væl saman, tí einki land klárar einsamalt at loysa kreppuna við korona” sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.