![Nordic Cancer Union (NCU) søknast eftir umsøkjarum](https://landsstyri.cdn.fo/savn/14086/gransking.jpg?width=1024&height=576&rxy=0.5,0.5&rmode=crop&t=53&s=Vb2nx1iGJUtz9WRyQhjuCqN4dUs)
Nordic Cancer Union (NCU) søknast eftir umsøkjarum til strategiskar verkætlanir innan krabbamein og Covid-19. Freistin at søkja er 1. september 2020.
Norðurlendski krabbameinsfelagsskapurin NCU veitir fíggjarligan stuðul til verkætlanir, ið stimbra samstarv í granskingini av krabbameini í norðurlendsku londunum. Ein treyt er, at verkætlanin fevnir um granskarar, sum arbeiða í tveimum ella fleiri norðurlendskum londum.
Fráboðanin frá NCU kann lesast her.