Framrokningar av nýtsluni til serviðgerð uttanlands vísa, at líkt er til, at tað verður ein meirnýtsla í hesum fíggjarárinum. John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur tí gjørt av at seta avmarkingar á, hvør kann ávísast til serviðgerð uttanlands.
- Tað harmar meg mikið at taka hetta stig, men tíverri røkka pengarnir ikki til. Tað er ein skylda hjá mær at halda lógarfestu játtanina. Tí havi eg boðað sjúkrahúsunum frá, at einans sjúklingar við bráðfeingis tørvi á viðgerð verða ávístir til viðgerðir uttanlands, sigur John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Avmarkingin merkir, at sjúklingar, sum tola at bíða uttan at tað førir til mein, verða fyribils settir á bíðilista. Avgerðin er galdandi til tamarhald er á gongdini, og hon verður sett í gildi beinanvegin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tað er neyðugt at tátta í. Fyri tveimum árum síðan vístu framrokningar somuleiðis eina meirnýtslu á serviðgerð uttanlands. Eins og nú, varð avgerð tikin í 2009 um at seta tiltøk í verk fyri at tálma nýtsluni.
Játtanin til serviðgerð er í ár lægri enn játtanin í fjør. Tí hevur verið greitt síðan ársbyrjan, at tað møguliga fór at vera neyðugt við avmarkingum.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum fer at biðja um eina eykajáttan til serviðgerðir uttanlands í ár, men áðrenn henda møguliga verður játtað, er neyðugt við hesum tiltøkum fyri at venda útreiðslugongdini.