Landsstýrismaðurin í heilsumálum Karsten Hansen hevur avgjørt at stuðla Reyða Krossi Føroyum við 300.000 kr. til neyðhjálp.
Peningurin verður býttur soleiðis at 200.000 kr. fara til flóttafólkið í Sýria og 100.000 kr. fara til tey hungursraktu í Vestur Afrika.
Altjóða Reyði Krossur og Sýriski Hálvmáni samstarvar um at fáa neyðsynjar vørur út til tey mongu flóttafólkini, ið flýggja undan hørðu bardøgunum í Sýria. Heilsumálaráðið hevur í dag avgjørt at stuðla við 200.000 kr. til hjálpararbeiði í Sýria. Reyði Krossur Føroya takkar fyri stuðulin, ið hevur stóran týdning fyri arbeiði, ið gørt verður í Sýria. Peningurin kemur væl við og røkkur langt hjá teimum, ið eru flýggjaði frá húsi og heimi.
Í Vestur Afrika er Reyði Krossur á staðnum og arbeiðir miðvíst móta at fáa mat út til tey mongu hungursraktu. Ógvusligur turkur hevur gjørt um seg í økinum, og hevur haft við sær at avgrøði í ár, er munandi minnið enn undanfarnu ár. Stuðulin á 100.000 kr., sum Heilsumálaráðið í dag hevur avgjørt at stuðla við, ger góðan mun í hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi. Peningurin røkkur til eini 1.000 matvørupakkar.