Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur í dag havt vitjan av nevndini í FÁG4, sum er áhugafelag av sjúkrarøktarfrøðingum, sum arbeiða innan eldraøkið.
Núverandi og framtíðar heilsuverk hevur tørv á sjúkrarøktarfrøðingum, sum hava geriatriska vitan, so eldra ættarliðið fær nøktandi heilsutænastur, sum taka atlit til serstøðuna hjá eldri, bæði likamliga, sálarliga og sosialt.
Á fundinum legði áhugafelagið fram hvørjar tankar og sjónarmið tey høvdu viðvíkjandi heilsutænastu innan eldraøkið í Føroyum.
Landsstýrismaðurin fegnaðist um ein gevandi og áhugaverdan fund.