Gongst sum ætlað, verður ein neurologur settur afturat verandi skipan summarið 2011. Hetta merkir, at til ber at kanna og viðgera fleiri av teimum sjúklingum, sum í dag verða sendir uttanlands.
Neurologi fevnir um fleiri ymiskar sjúkur, sum til dømis sklerosu, heilatilburðir, sjúku í nervalagnum, parkinsonsjúku og epilepsi. Við at styrkja økið við einum serlækna afturat, kunnu vit bjóða fleiri ambulantar viðgerðir og kanningar í Føroyum. Í stuttari viðmerking sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður:
“Hendan raðfestingin er í trá við politisku ætlanirnar um at taka heim viðgerðir, tá tað er fakliga og fíggjarliga ráðiligt. Ætlanin at styrkja neurologisku tænastuna í Føroyum er bæði bíligari fyri skattgjaldaran og veitir sjúklinginum eina betri tænastu. Somuleiðis kann bíðitíðina hjá hesum sjúklingum gerast styttri”.
Mett verður, at við hesari uppraðfestingini kunnu umleið 150 viðgerðir og kanningar, sum í dag verða gjørdar uttanlands, gerast í Føroyum. Samstundis kann roknast við, at bíðitíðin verður styttri fyri sjúklingar, ið hava tørv á neurologiskari meting.
Ætlanin er at víðkaða tænastan kann setast í verk frá 1. juli 2011, og í hesum sambandi fer Aksel V. Johannesen at lata Fíggjarnevndini broytingaruppskot til fíggjarlógina.