Frá 1. februar hava øll børn fødd í Føroyum fingið tilboð um neonatala hoyriscreening. Screeningin av nýføddum ger tað møguligt at staðfesta hoyribrek tíðliga, so neyðug viðger kann setast í verk alt fyri eitt.
Á sumri 2012 gjørdi landsstýrismaðurin í heilsumálum av at seta í verk neonatala hoyriscreening í Føroyum og heitti á Landssjúkrahúsið um at fáa sett tilboðið í verk. Síðani hevur málið verið fyrireikað á Landssjúkrahúsinum og tann 1. februar fór skipanin at virka. Skipanin fevnir um børn fødd eftir 1. februar 2013.
Tilboðið er galdandi fyri øll børn fødd í Føroyum. Tilboðið er skipað á Oyra-nøs-hálsdeildini/ Hoyriklinikkini. Ábyrgdarhavandi er Bjarki Ellefsen, yvirlækni.
Landssjúkrahúsið boðar frá, at um onkur, ið hevur átt eftir 1. februar 2013, ikki hevur fingið tilboð um hoyriscreening, eru tey vælkomin at seta seg í samband við Hoyriklinikkina.
Um neonaltalar hoyriscreeningar
Endamálið við kanningini er, at børn, sum verða fødd deyv ella tunghoyrd, so skjótt sum gjørligt verða funnin, soleiðis at neyðug viðgerð kann verða givin. Seinastu 10 árini eru um tíggju børn fødd við dupultsíðugum viðgerðarkrevjandi hoyribreki. Oftast verða hesi hoyribrek ikki staðfest fyrr enn børnini eru hálvtannað ár ella so. Fleiri vísindaligar kanningar vísa, at bestu úrslitini fáast við at seta børn við hoyribreki í viðgerð, áðrenn tey er 6 mánaðir gomul.