09.07.2014 · Heilsumálaráðið

Munandi skjótari at koma í viðgerð í barnapsykiatriini

Bíðirøðin at koma til greiningar og viðgerð í barnapsykiatriini er minkað niður í 40 børn. Tá bíðirøðin var í hæddini í 2012, bíðaðu 161 børn eftir at verða útgreinað. Stytta bíðirøðin merkir, at bíðitíðin til psykiatriska hjálp nú í mesta lagi eru góðar fýra mánaðir.

Nýggj uppgerð frá Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum vísir, at tað í dag eru um 40 børn, sum bíða eftir greining og viðgerð í barna- og ungdómspsykiatriini. Talið á børnum hevur støðugt verið lækkandi síðani 2012, tá landsstýrismaðurin við heilsumálum oyramerkti 1,5 mió. krónur til Landssjúkrahúsið um árið, fyri at fáa bíðirøðirnar burtur.

Tá bíðirøðin var í hæddini, var metta bíðitíðin til greiningar og viðgerð upp ímóti hálvum triðja ári. Tey, sum høvdu álvarsligan ella bráðfeingis tørv, sluppu sjálvsagt fyrr framat. Í dag verður mett, at barnið í mesta lagi skal bíða í fýra mánaðir fyri at koma til greiningar í barnapsykiatriini.

- At fáa bíðitíðina til psykiatriska hjálp niður, hevur verið eitt hjartamál hjá mær sum landsstýrismaður og hjá samgonguni. Hóast vit hava verið noydd at halda aftur í útreiðslunum, so hava vit raðfest størri játtan til barna- og ungdómspsykiatriina í Føroyum.

Nýggjasta yvirlitið vísur, at saman við góðum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum hevur tað eydnast okkum at fáa bíðirøðina og harvið bíðitíðina munandi niður, sigur Karsten Hansen.

Fleiri enn 70 nýggjar ávísingar um árið
Sum omanfyri nevnt bíðaðu 161 børn eftir útgreining og møguligari viðgerð, tá bíðirøðin var í hæddini í januar 2012. Tann 1. januar í 2013 var bíðirøðin 135 og í november 2013 var bíðirøðin 70.

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum vísir á, at fleiri enn 70 nýggjar ávísingar eru um árið til greiningar og viðgerð í barnapsykiatriini.