![Móttøka fyri føroysku Steno Miðstøðini](https://landsstyri.cdn.fo/savn/17892/mynd0.jpg?width=1024&height=576&rxy=0.49333333333333335,0.31615925058548011&rmode=crop&t=9851984&s=8Tve9z22uDfShKIdUGs2-GkryK0)
Fríggjadagin var móttøka á nýggju føroysku Steno Miðstøðini á Landssjúkrahúsinum. Móttøkan var í bláa ambulatorii bygninginum, har Útistova og Steno Miðstøðin húsast.
Í røðuni segði landsstýriskvinnan millum annað, “Við at vera ein partur av Steno-felagsskapinum, fáa tit sum starvast innan økið, ein størri samstarvspall, har tit kunna deila og fáa vitan úr. Og tað er í síðsta enda til fyrimuns fyri sjúklingar við diabetes og endokrinologiskum sjúkum.
Endamálið við øllum tí, sum vit gera í heilsuverkinum, eigur at vera, at sjúklingurin ella borgarin fær eina betri tænastu.”
Øll røðan kann lesast her.