Metnógvar kanningar og metnógvir tilburðir staðfestir seinastu tveir dagarnar
Metnógvir tilburðir eru nú staðfestir í Føroyum. Í alt hava 291 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 45.849 kanningar.
Tann 5. august vórðu fleiri enn 1.863 kanningar framdar. Smitta varð staðfest í 38 av hesum kanningunum.
Í gjár tann 6. august vórðu 3.290 kanningar framdar. Enn mangla 763 kanningar at verða greinaðar. Í teimum 2.527 kanningunum, sum eru greinaðar, eru 12 smittutilburðir staðfestir. Heitt verður tí á øll, sum lótu seg kanna hósdagin 6. august, um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit eru tøk. Úrslitini verða dagførd skjótast gjørligt á corona.fo og her á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.
Ein útlendingur, sum hevur ligið innlagdur á sjúkrahúsinum, er nú útskrivaður og staðfestur frískur.
Sostatt eru 98 persónar smittaðir í løtuni. 32 av hesum persónunum eru farnir av landinum aftur.
Í alt hava nú 291 persónar fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, og nú eru so 193 av hesum staðfest frísk aftur.
Støðan í Føroyum er sera álvarsom, og smittan breiðir seg sera skjótt. Heitt verður á øll um at minnast til frástøðuna og góða reinføri.
GG: Tøl kunnu verða rættað, síðani greinin varð skrivað. Her sæst hagtalsyvirlit frá 1. juli.
Heilsumálaráðið tann 7. august 2020 kl. 17.34
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen // KVF