Í dag og í morgin verður skipað fyri ráðstevnu við heitinum: “Mentoring and good relations improve our leadership”.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, setti ráðstevnuna í morgun. Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.
FÁ6, sum er áhugabólkur undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og LNN, sum er eitt norðurlendskt netverk fyri leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar, skipa fyri ráðstevnuni, sum verður hildin á Hotell Føroyum.