07.04.2011 · Heilsumálaráðið

Menningin av heilsuverkinum heldur fram

Stórar íløgur á heilsuøkinum eru í uppskotinum til játtanarkarm, sum fær fyrstu viðgerð í Løgtinginum mikudagin. Útbyggingin av Landssjúkrahúsinum heldur fram, og eisini er játtan sett av til munandi dagføringar av Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi. Somuleiðis verður tilboðið um ókeypis kopping fyri HPV-virus víðkað.

“Heilsumál er grundsúla undir einum nýmótans og tryggum vælferðarsamfelag, og er tað tí avgerandi neyðugt, at vit framhaldandi menna og útbyggja okkara heilsuverk, hóast fíggjarliga lotið enn ikki er heilt til vildar”, sigur John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Fleiri fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV
Í 2012 verður tilboðið um ókeypis kopping fyri HPV, rópt kopping móti lívmóðurhálskrabba, víðkað til eisini at fevna um tær 12 ára gomlu genturnar. Tað merkir, at umleið 350 gentur afturat fáa møguleikan at lata seg koppseta ókeypis, tá ið tær eru fyltar 12.

Sjúkrahúsini
Stóra verkætlanin við útbyggingini og nútímansgerð av Landssjúkrahúsinum heldur fram. Komandi árið verður millum annað gjørt klárt til byggingina av einum nýggjum Psykiatrisku depli, sum eftir ætlan skal liggja oman móti sjóvarmálanum. Eisini eru 11,2 mió. krónur settar av til munandi dagføringar av Klaksvíkar sjúkrahúsi. Suðuroyar sjúkrahús hevur fingið játtan at gera umvælingar lidnar, sum eru í gongd.

Játtanin til raksturin til sjúkrahúsini er á leið tann sama sum í 2011. Arbeitt verður framhaldandi miðvíst við at samskipa virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum, við tí fyri eygað at varðveita og støðugt menna tænastuna til sjúklingin. Hesa tilgongd ætlar landsstýrismaðurin sær at leggja stóran dent á komandi tíðina, so samlaða sjúkrahúsverkið verður gangnnýtt optimalt og sjúklingurin harvið merkir, at bíðirøðirnar at sleppa framat til viðgerð verða styttri.

Nýtt sjúklingahotell
Landsstýrismaðurin og Heilsumálaráðið halda fram við ætlanini at útvega nýbygt sjúklingahotell í Keypmannahavn, sum skal vera klárt at taka í nýtslu í 2013. Landsstýrismaðurin leggur stóran dent á, at hendan ætlanin verður framd í verki, og at hetta verður gjørt innan fyri verandi fíggjarkarm.


Heilsumálaráðið 5. apríl 2011