Hóast framskrivingar so seint sum í desember vístu, at játtanin til serviðgerð uttanlands fór at halda, vísa nýggjastu tølini, at meirnýtslan verður um 10 mió. Samlaða játtanin til heilsuøkið í 2012 fer tó helst at geva eitt yvirskot á 5-10 mió. krónur.
Nýggjar metingar í Heilsumálaráðnum staðfesta, at meirnýtsla er á kontuni til serviðgerðir uttanlands. Higartil eru útreiðsluførdar 4,9 mió. kr. meir enn játtað í 2012 og ein uppgerð vísir, at Heilsumálaráðið enn manglar at móttaka rokningar uppá umleið 5,0 mió. kr. frá ymiskum viðgerðarstøðum.
2.276 sjúklingaferðir
Føroyskir sjúklingar hava viðhvørt tørv á viðgerð, ið ikki kann veitast í Føroyum og tá er neyðugt at fara í viðgerð uttanlands. Í fjør vóru tilsamans 2.276 sjúklingaferðir ella 123 fleiri enn í 2011. Játtanin til serviðgerð var 134,4 mió. í 2012.
Øll árini hevur tað víst seg at vera sera trupult at gera neyvar metingar av útreiðslunum til serviðgerð uttanlands. Óreglulig avrokning og óvissa um júst hvussu umfatandi viðgerin er, sum sjúklingur verður ávístur til eru dømir um, at tað ikki er lætt at gera neyvar framskrivingar. Síðstu árini eru fleiri átøk framd fyri at betra um eftirlitið og bøta um møguleikarnar at framskriva rætt.
Tíverri er ikki komið á mál við hesum og hóast framskrivingar so seint sum um ársskiftið bendu á, at játtanin fyri 2012 fór at halda, so er úrslitið, at hall er á kontuni fyri serviðgerð uttanlands á umleið 10 mió.
- Eg harmist almikið um, at játtanin til serviðgerðir ikki kemur at halda kortini. Søguliga hevur júst hendan játtanin elvt til høvuðbrýggj hjá landsstýrisfólkum og tí havi eg hildið eitt vakið eygað við gongdini á serviðgerð uttanlands.
Longu nú havi eg fingið nakrar góðar ávegis frágreiðingar um málið, og eg ætli mær til botns í hesum spurninginum. Onkrar loysnir eru á borðinum, sum skulu tryggja, at vit ikki koma í somu støðu aftur í ár. Hetta skal ikki endurtaka seg aftur í 2013, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Samlaða játtanin til heilsuøkið yvirskot á 5-10 mió.
Hóast meirnýtslu á serviðgerð uttanlands, so heldur samlaða játtanin til heilsuøkið. Metingar vísa, at samlað sæð verður eitt yvirskot ímillum fimm og 10 mió. á játtanini til Heilsumál á fíggjarlógini.