Mánadagin undirskrivaðu Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Kommunufelagnum, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, undir Markamótsskjalið.
Við markamót verður hugsað um ymisk málsøki, har ábyrgdin hjá ymsum myndugleikum umskarast. Neyðugt er tá at staðfesta, hvørjar meginreglur eru galdandi í ábyrgdarbýtinum millum partarnar – land og kommunur.
Fleiri slík markamót eru millum kommunurnar, almannaverkið og sjúkrahúsverkið, og síðani útleggingin av eldrarøktini varð framd, eru nýggj markamót komin millum land og kommunur, eitt nú innan Heimatænastu, Stuðulstænastu, Økispsykiatri og endurvenjing.
Kommunurnar, sjúkrahúsverkið og almannaverkið tæna sama borgara. Partarnir hava felags ynski um støðugt at betra um almennu tænasturnar til borgaran. Hetta krevur samstarv og samskipan millum myndugleikarnar.
Markamótsskjalið leggur lunnar undir gott samstarv og samskipan millum myndugleikarnar, tá tænastur verða veittar borgarum. Við hesum skjali er kósin sett fyri, hvussu loysnir finnast, tá borgarar hava tørv á tænastum frá fleiri almennum myndugleikum.
Komandi mánaðirnar verða neyvari vegleiðingar gjørdar, ið fara at gera handfaringina av markamótsmálum einfaldari, bæði hjá myndugleikum og borgarum.
Partarnir fegnast um, at skjalið er undirskrivað. Nú kunnu vit koma víðari og geva borgarum eina betri og meira samanhangandi tænastu.
Les Markamótsskjalið her