Landsstýrismaðurin í heilsumálaráðnum hevur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 sett pening av til at seta í verk mammografiscreening. Ráðgevandi krabbameinsstýrisbólkurin ger tilmæli um hvussu tilboðið verður skipað.
----
Nú verður farið undir at fyrireika eitt landsfevnandi tilboð um screening fyri bróstkrabba til kvinnur í Føroyum. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015, sum varð lagt fram í dag, er játtan sett av til endamálið.
Tað verður Krabbameinsstýrisbólkurin, sum er ráðgevandi nevnd undir landsstýrismanninum í heilsumálum, ið skal gera tilmæli um hvussu tilboðið skal skipast. Flest øll okkara grannalond bjóða í dag screening fyri bróstkrabba til kvinnur, men ymiskt er hvørji fáa tilboðið og hvussu ofta.
Til dømis fevnir tilboðið í Danmark um kvinnur í aldrinum 50 til 69 ár, meðan í Íslandi fáa kvinnur niður í 40 ár eisini tilboðið um røntgenkanning av bróstunum. Í báðum hesum londum fáa kvinnurnar í aldursbólkinum tilboð um screening annaðhvørt ár, meðan tað í Bretlandi er triðja hvørt ár.
- Eg haldi tað hevur týdning, at vit fáa fakfólk at greina og lýsa nærri hvussu tilboðið um mammografiscreening skal skipast í Føroyum soleiðis, at tað gevur sum mest gagn fyri føroysku kvinnurnar. Málið er, at vit kunnu fara undir mammografiscreeningar skjótast gjørligt komandi ár, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Um mammografiscreening
Mammografi er ein røntgenkanning, sum kann avdúkað um krabbamein er í bróstinum. Kanningin kann vísa broytingar í bróstinum, sum kvinnan ikki sjálv kann merkja við fingrunum. Mammografi kann í sjálvum sær ikki fyribyrgja at kvinnur fáa bróstkrabba, men kann staðfesta krabbamein tíðliga og harvið betra munandi um vánirnar at lekja sjúkuna.